Aftur til tíðindasavn

NM Online á Realbridge

19 mai 2021

Norðurlandameistarakappingin (NM) í Bridge verður vanliga spæld annaðhvørt ár. Í mai skuldi NM eftir ætlan verið í Finnlandi, men er útsett til 2022 vegna Covid-19. Í staðin skipar Nordic Bridge Union (NBU) fyri NM Online í døgunum 29. og 30. mai. Talan er um eitt óalment meistaraskap, og vinningar er eingir. Spælt verður í opnum raði, kvinnuraði, blandaðum raði, seniorraði, U26 og og U16. Føroyar taka lut í opna-, kvinnu- og seniorraðnum. 

 

Skráin fyri NM Online:

Kappast verður á Realbridge. Spælt verður báðar dagarnar frá klokkan 9 til 18 føroyska tíð. Hvør dystur er 12 spøl, og settir eru 95 minuttir til hvønn dyst. Tey 6 liðini hittast tvær ferðir, so umførini eru 10 í tali, og spæld vera tilsamans 120 spøl hesar báðar dagarnar. Tey somu spølini verða spæld við øll borðini. 

Føroysku liðini eru:

Hava vant dúgliga á Realbridge

FBS hevur fingið limaskap á Realbridge. Hetta er ein heimasíða, har tað ber til at spæla Bridge. Í nógv ár hava bridgespælarar spælt á BBO. Ein stórur munur á BBO og Realbridge er, at spælararnir síggjast og hoyrast á telduskýggjanum, meðan spælt verður. Tær seinastu vikurnar hava landsliðsspælarar spælt dúgliga á Realbridge, og teir lata væl at.

 

Áskoðarar (uglur)

 Fólk hava høvi at fylgja við í dystum á Realbridge við einari lítlari seinking.

https://kibitz.realbridge.online/

 

Slóð til streymandi úrslit

https://bridge.fo/news/160/streymandi-urslit-fra-nordic-online

 

Slóð til skipanarkort

https://www2.bridge.dk/Default.aspx?ID=25471

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

08. jun 2025

NM: Føroyar aftast í báðum røðum

07. jun 2025

Kvinnur­nar vunnu á Íslandi

06. jun 2025

NM: Triðja umfar spælt

05. jun 2025

NM 2025 í Íslandi