Aftur til tíðindasavn

Spæl við í kappingum inni á RealBridge

10 des 2020

Íslendska bridgesambandið saman við Vigfús skipa fyri kappingum inni á RealBridge hvørt kvøld

Vigfús hevur, síðani Carona farsóttin byrjaði, skipa fyri kappingum inni á internetinum. Seinastu tíðina er nýggj heimasíða komin, sum bjóðar fram kappingar, har til ber at síggja video av spælarunum við borðið í meðan spælt verður. Hetta ger spælið hugnaligar samstundis sum mann við hesum kemur ákoyringunum við snýting á netinum til lívs.

Føroyingar eru vælkomnir at vera við í kappingunum. Til ber at melda seg til við at fara inn á heimasíðuna hjá íslendska Bridgesambandinum og velja "Realbridge" í næstovast í menu'ini uttast til vinstru, ella við at trýsta her. Síðani velur tú kappingina, sum tú skalt spæla við í.

Í vindeyganum, sum kemur fram skalt tú geva loyvi til at síðan brúkar kamera og microfon. Síðani tastar tú títt navn ovast og velur "logon" mitt á síðuni.

Vanliga verða tvær kappingar fyriskipaðar hvørt kvøld. Tær eru kl 19:30 og 21:20. Spæld vera 14 spøl.

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

12. aug 2026

Nýggja Bridge­felag 61 ára

27. jul 2026

Ólavsøkukapping 26 juli kl 14-18

20. jul 2026

Ólavsøkukapping sunnudagin 26.juli kl 14-18

03. jun 2026

Summar­bridge í juni