Aftur til tíðindasavn

Símun og Magni føroyameistarar!

24 okt 2020

Teir lógu væl alla kappingina, men ikki fyrr enn í allar síðsta umfari, komu teir á fyrsta plássið

Tá ið komið var til síðsta umfar í kappingini og einans 5 spøl vóru eftir at spæla av teimum tilsamans 95 spølunum í kappingini, lógu trý pør so mikið jøvn, at ógjørligt var at meta um, hvat av teimum fór við sigrinum. Ofta hevur Símun Lassaberg við ymsum makkarum ligið millum tey fremstu í FM kappingini fyri pør, men hetta er fyrstu ferð, at tað eydnaðist honum at taka gullið. Magni vann í 2017 FM fyri pør saman við Boga Simonsen. Vit í kappingarnevndini ynskja tykkum hjartaliga tillukku við sigrinum.

Nr 2 í kappingini gjørdust Jóannes Mouritsen og Per Kallsberg. Nr 3 gjørdust Balli Mohr og Árni M. Dam. Hjartaliga tillukku til tykkara eisini við heiðursmerkjunum.

 

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

27. okt 2025

Bridge: Liðið hjá Magna Jøkladal hevur lagt seg á odda í FM kapping&sh…

13. okt 2025

WBF Small Federation Online Teams 2025

04. okt 2025

2nd. WBF Small Federations Online Open Teams

01. okt 2025

Skráin hjá Havnar Bridge­felag