Aftur til tíðindasavn

Hví spæla tit bridge?

06 sep 2020

Bridgespælarar greiða frá, hví tey spæla bridge - trýst her!

Anna Paulina Leo Olsen:

... tað einasta negativa við at læra seg bridge er, at øll onnur kortspøl blíva sum at spæla Svartaper! Hinvegin, havi eg ongum møtt enn, sum angraði at hann/hon lærdi seg bridge   tað er bara at loypa í tað 

Ása Andreasen:

Eg havi altíð dáma væl at spæla kort. So at kunna sita og spæla kort, eitt heilt kvøld, einaferð um vikuna, við øðrum, sum eisini tíma væl at spæla, er virkuliga stuttligt.
Mær dámar best, tá kappingin er býtt upp, so tey hugnaligu kappast fyri seg og tey dugnaligu fyri seg

Jógvan Horn:

At spæla bridge er stuttligt, avbjóðandi og mennandi. Hvør korthond er nýggj og so er tað upp til mín og makkaran at fáa sum mest burturúr kortunum, vit hava fingið. Hóast man sjálvandi ikki hevur loyvi til at tosa, samskiftir man alla tíðina við makkaran, meðan spælt verður (við meldunum og kortunum, sum man spælir). Serliga hetta ‘kodu’-samskiftið hugtekur meg. Ímynda tær, hvussu kult tað er at biðja makkaran spæla hjartara næstu ferð uttan at siga eitt einasta orð?

Marjun Restorff:

Mær dámar at spæla sum heild og eisini kort. Tí fór eg at spæla bridge. Tað er hugtakandi at fáa sum mest burturúr tí ein hevur fingið tillutað. Eisini er tað mennandi í samskiftinum við fólk at spæla og eg havi knýtt nógv vinarbond ymsa staðni í Føroyum og uttanlanda. Og tá vit ferðast uttanlanda finna vit altíð ein bridgeklubba at spæla í

Mortan Rasmussen

Átti at verið byrjaður fyrr, men fór so at spæla bridge sum 27 ára gamal, og nú havi eg verið limur í bridgefelag í 53 ár . Bert spell, at eg ikki kendi brigde fyrr enn tá - í 1967. Nú er gaman í - undirvísing hvørt mánakvøld.

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30