Bridgesambandið og føroysku bridgefeløgini fara at hava fleiri skeið í bridge kring landið í vetur
Í Havn
Í áravís hevur Bridgehúsið í Havn skipað fyri grundskeiði í bridge mánakvøld vetrarhálvuna. Komandi vetur verður onki undantak, og skeiðið byrjar mánakvøldið 21. september kl. 19. Gjaldið fyri skeiðið er kr. 400,- fyri hvønn, og við í prísinum er limagjald til eitt av feløgunum í Havn eftir egnum vali - Nýggja Bridgefelag ella Havnar Bridgefelag. Skeiðið er yvir 11 kvøld og endar 30. november. Fólk kunnu tekna seg til skeiðið við at seta seg í samband við Arnbjørn Sivertsen á Facebook, á telefon 25 79 70 ella við telduposti til arnbj.sivertsen@gmail.com
Skeiðið byrjar: 21. september 2020 kl. 19.00
Tilmelding: 257970 | arnbj.sivertsen@gmail.com
Í Vágum
Í fjør vetur var grundskeið í bridge í kvøldskúlanum á Giljanesi, og tað fara vit aftur at hava komandi vetur, um nóg nógv tekna seg. Fólk kunnu longu nú tekna seg til skeiðið við at seta seg í samband við Jákup Egholm á Facebook ella á telefon 26 00 56. Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen skipa fyri undirvísingini. Skeiðið verður týskvøld í skúlanum á Giljanesi. Ætlanin er at byrja seinast í september.
Skeiðið byrjar: 22. september 2020 kl 19.00.
Tilmelding: 260056, Jákup Egholm.
Í Fuglafirði
Eisini í Fuglafirði fara vit at skipa fyri grundskeiði í bridge í kvøldskúlanum. Fólk kunnu tekna seg til skeiðið við at seta seg í samband við Símun Lassaberg á Facebook ella á telefon 50 47 41. Skeiðið verður týskvøld.
Skeiðið byrjar: 22. september 2020.
Tilmelding: 504741, Símun Lassaberg.
Í Suðuroy
Ætlan er at skipa fyri grundskeiði í bridge í Suðuroy eisini. Hetta frætta vit meira um seinni.
Skeiðið byrjar: (dato kemur).
Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við Arnbjørn Sivertsen, Jákup Egholm ella Símun Lassaberg, um tit vilja vita meira um skeiðini!
"Vit læra at spæla bridge" (pdf) - Nýtt føroyskt lesitilfar um bridge!
"Spæliteknikkur - spælføring og mótspæl" (pdf)
Les her eina stutta gjøgnumgongd av, hvat bridge er: Bridge! - kom og spæl!
Hví bridge? Les her, hvat danir siga: Bridge - hvorfor det?