Aftur til tíðindasavn

Tórshavn Bridgefestival - Hvørji eru tey?

02 mar 2020

Samrøður við spælarar

 

Mín vón er at gera bridge sjónligari

Samrøða við Aðalsteinn Jörgensen

 

Flestir bridgespælarar, kanska mest vit eldru, kenna navnið Aðalsteinn Jörgensen sum ein av teimum góðu íslendsku bridgespælarunum, sum vóru við til at vinna HM í bridge í 1991. Men sig okkum eitt sindur meira um teg sjálvan og nær tú byrjaði at spæla bridge.

Eg eri føddur í 1959 á Skagaströnd, einari fiskivinnubygd á Norðurlandinum. Mamma er íslendsk, pápi danskur, men eg havi altíð búð í Íslandi. Mær dámdi øll møgulig spøl, tá eg var ungur, mest talv. Eg flutti til Hafnarfjørð, tá eg var níggju ár, og tá minkaði tíðin eg brúkti uppá spøl og talv. Eg lærdi at spæla bridge, tá eg gekk í studentaskúla, og tað var einki at gera, eg fall fullkomiliga fyri spælinum.

 

Tú hevur spælt nógv á landsliðnum og tit hava eisini vunnið nógv.

Í 1982 spældi eg fyrstu ferð við juniorlandsliðnum, og fyrstu ferð við landsliðnum í opnum raði í 1985. – Besta úrtøkan var í 1991, tá vit vunnu Bermuda Bowl í Yokohama. Eitt annað gott úrslit var OL-kappingin á Rhodos í 1996, tá vit vunnu The First Transnational Mixed Teams, sum er mett sum HM. Eg havi vunnið NM tríggjar ferðir. Eri júst fyltur 60 ár, og hugurin er enn stórur at spæla bridge, og eg eri enn tøkur til landsliðið, um teir vilja hava meg.

 

Hvussu gera tit í Íslandi fyri at fáa fleiri at spæla bridge?

Trupulleikin í Íslandi hevur verið, at ov fá nýggj leggjast til, vit royna at bjóða fram upplæring til tey yngstu, og tey sleppa at spæla frítt í øllum kappingum. Eg havi verið íðin at taka myndir fyri Bridgesamband Íslands, og tær verða millum annað lagdar á Facebook. Mín vón er at gera bridge sjónligari og vónandi á tann hátt gera, at onkur lærir og byrjar at spæla hetta stuttliga spæl. At enda vil eg ynskja føroyingum til lukku við Tórshavn Bridgefestival, sum verður fyrimyndarliga fyriskipað.

Við bridgekvøðu

Aðalsteinn Jørgensen 

 

 

Eg fór bara í gongd!

Samrøða við Jákup Sørensen

Hvør er hesin ungi bridgespælarin, sum eftir stutta tíð næstan hevur kollvelt bridge í Føroyum fyrst og fremst við at skipa fyri Tórshavn Bridgefestivali? 

Eri havnamaður við ættarbondum úr Húsavík og Gásadali. Eri giftur og havi trý børn. Arbeiðið sum ráðgevi hjá Norrønum Atlantssamstarvi, sum fæst við at menna samstarv í Norðurhøvum serliga innan vinnumenning. Umframt bridge, so fáist eg við at týða bøkur – serliga barnabøkur – til føroyskt.

 

Nær byrjaði tú at spæla bridge, og hví fekst tú hug til tað?

Havi altíð dámt at spælt kort, spældi nógv sjavs fyrr, men hevði ikki spælt kort nógv tey seinnu árini. Tá ið kvøldskúlin í Havn beyð skeið fram, teknaði eg meg, men tað varð avlýst. Tíbetur eydnaðist tað árið eftir. Tað eru nú góð tvey ár síðani. Tað er bara ein máti at læra, og tað er at spæla. Byrjaði samstundis sum sandingurin Jógvan Horn og sandavágsmaðurin Viggo Johannesen. Vit hava í felag roynt at lært okkum ymiskar skipanir og avtalur. At hjálpa okkum fingu vit lokkað Leiv Holm, sum hevur spælt í nógv ár. Saman hava vit liðið Jassarnir, sum spælir í FM kappingini, tað gongur hampiligt hjá okkum. Umframt okkum fýra, so hava vit tríggjar aðrar garvaðar kempur við okkum, Kjartan Kristiansen, Edvard Olsen og Jákup í Gerðinum. Tað er eitt stuttligt lið at vera saman við. Til tey nýggju eru bara eini ráð, far á skúla og byrja bara beinanvegin at spæla í einum felagi, tað er har tú veruliga lærir. Tey gomlu eru ovurfegin um at fáa nýggj fólk at spæla ímóti.

 

Hvussu komu tit í gongd við Tórshavn Bridgefestival?

Vit sótu í Bridgehúsinum í Havn, og onkur tosaði um, at tey plagdu at fara uttanlands at spæla. Eg spurdi, hví eingin altjóða kapping var í Føroyum. Svarið var, at eingin dugdi at skipa fyri, Tað helt eg kundi ikki bera til, so eg spurdi um onkur kundi standa fyri sjálvari kappingini, tí tað dugdi eg ikki, hevði ikki so frægt sum verið til bridgekapping tá. Jú, tað kundu tey. So fór eg bara í gongd. Tosaði við formannin í bridgesambandinum, sum tá var Øssur Winthereig. Hann helt tað vera eitt gott hugskot. Spurdi so, hvør dugdi alt tað praktiska, og øll peikaðu á Símun Lassaberg. Hann hevur verið øgiliga hollur, uttan hann var heilt einfalt eingin festivalur. Hann tók sær av øllum tí tekniska fyrstu ferð og fekk alt at ganga sum eftir ánni. Hann hevur eisini verið hollur til hendan seinna festivalin. Men nú verður tað ikki hann, sum stendur við stýrisvølin í sjálvari kappingini, tað ger ein royndur dani, sum eitur Lars Venø Jakobsen. Tá ið FBS var við uppá tað, fór eg at tosa við stuðlar millum annað Býraðið, sum fegið vil hava, at Havnin verður kappingar og ráðstevnubýur. Tey játtaðu eisini stuðul og hava annars verið ómetaliga stuðlandi í fyrireikingunum, serliga navnin hjá mær Jákup Simonsen hevur verið hollur. Síðani var at fara eftir øðrum stuðlum til kappingina, og har vóru fleiri. Teir fyrstu, sum søgdu ja, vóru Leif Mohr, J&K Petersen, Balslev, SMS, Stokholm. Tey, sum kenna fyritøkur og bridgefólk, duga beinanvegin at rokna út, at her var samband ymsar vegir til bridge. Uttan hesar stuðlarnar var eingin kapping. Tá ið vit byrjaðu, var ikki nóg mikið av útgerð, tað er eitt nú meldikassar og kortmappur til so stóra kapping. Bara ein blandimaskina var eisini, og sum vit ræddsust fyri, so gekk hon fyri stutt undan fyrsta festivalinum, men tíbetur var ein tekniskur gandakallur í Gøtu, sum fekk hana til lívs aftur. Nú undan hesum næsta festivalinum hava vit keypt eina afturat, so vónandi halda tær til at blanda øll tey fleiri enn 1000 kortsettini, sum skulu blandast til hesa kappingina. At fáa útlendingarnir til Føroya hevur Fonnflog verið gott at heita á. Vit selja sonevndar pakkar við flogferðum, gisting og spæling, og tað hevur Fonnflog staðið fyri, og tað hevur riggað stak væl.

 

Hvørjar eru ætlanirnar og vónirnar frameftir?

Tá ið vit byrjaðu, var ætlanin og vónin at byggja spakuliga upp, so vit eftir einum 3-5 árum skuldu verða komin upp á eini 50 pør. Men hetta hendi longu fyrsta árið, so nú veit eg ikki rættiliga. Vónin er, at vit um kanska eini 5 ár hava eini 150-200 borð, tað hevði verið stuttligt. Og hvør veit, kanska onkur í FBS heldur at vit skulu bjóða okkum fram at spæla við í EM ella HM à heimavølli. Seinast vit spældu stóra kapping á heimavølli gekk væl. Hvør veit, kanska vit hava 500 borð, livst so spyrst. Men kanska hava vit um 10 ár ein veruligan festival við fleiri kappingum og eisini liðkappingum og stórum virðislønum, sum lokka tey veruliga góðu liðni og kendu spælarnar at koma.

 

Hvat serligt hava Føroyar at bjóða útlendskum bridgespælarum?

Tað er nátturan og so eina hugnaliga kapping og góða veitslu. Tey lata øll væl at veitslulagnum hjá okkum.

 

Greið eitt sindur frá, hvat arbeiði liggur í at skipa fyri einum tílíkum tiltaki.

Tað byrjaði dagin eftir seinasta festivalin. Fyrst at fáa til vega prísir á hotellum, flogferðum og øðrum, so pakkin kann setast saman. Siðani verður farið undir at boða umheiminum frá. Tað verður serliga gjørt við teldupostum til øll hugsandi bridgefeløg í grannalondunum og sersambondini, sum boða frá, at festivalurin verður í Føroyum. Tá ið tíðin nærkast, skal roknast út, hvussu nógva útgerð vit eiga, klára vit at hava nokk av meldikassum og stólum og bridgemates. Tá tað er komið upp á pláss, er at svara fyrispurningum og so royna at fáa bridgemiðlar aðrastaðni at fortelja um kappingina. Eisini royna vit – fyri at lyfta støðið - at fáa útlendskar úrvælsspælarar at spæla saman við okkara góðu spælarum. Eitt nú spæla Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen við tveimum sera góðu norðmonnum.

 

 

Skúlabridge ein sólskinssøga 

Samrøða við Birte Kjeldsen

Hvør er Birte Kjeldsen?

Tjae, tað er ikki so einfalt at svara ...! - Í 1995 var eg við í einari ferðsluvanlukku, sum førdi við sær, at eg kom at sita í koyristóli. Tá ið vanlukkan hendi, var eg stjóri á einari norðurjútskari útvarpsstøð. Havi altíð íðkað nógvan ítrótt, millum annað hondbólt, badminton og tennis. Tað fekk so ein enda í 1995, og eg fór tí at finna mær eitt nýtt ítriv. Komi úr einari familju, sum var óð eftir at spæla kort, og tí var tað natúrligt fyri meg at royna bridge. Eg havi verið bitin av bridge líka síðan. Eri á sætta ári formaður í Ravnkilde Bridge Klub. Ravnkilde (uml. 35 km sunnan fyri Aalborg) er ein lítil býur við uml. 400 íbúgvum og einum bridgefelag við 40 limum. Har spæla vit hóskvøld. Mánakvøld spæli eg í Aalborg Bridge Klub. Mikukvøld havi eg bridgeskúla fyri vaksin, har eg havi næmingar úr bridgefeløgum í grannalagnum. Eri eisini næstformaður í Distrikt Nordjylland, eri í umboðsnevndini í DBF og nevndarlimur í felagsskapinum Dansk Skolebridge. Eri góðkendur bridgelærari og kappingarleiðari. Tríggjar ferðir um árið skipa vit fyri Junior Camps, har undirvísi eg eisini við góðari hjálp frá okkara dugnaligu unglingalandsliðsleikarum.

 

Sig okkum eitt sindur um skúlabridge.

Á vári 2014 fór eg undir at geva frálæru í bridge í Ravnkilde skúla. Mín fyrsti valflokkur hevði 36 næmingar úr 5. til 7. árgangi. Hetta gjørdist ein sólskinssøga.Vit hava hvørt ár havt fasta undirvísing síðan tá. Hetta breiddi seg sum ringar í vatni. Árið eftir varð tað Suldrup skúli, og tey hava nú havt bridge sum skúlafak í 5 ár. Tá hol kom á, gekk tað skjótt. Havi arbeitt næstan fulla tíð við skúlabridge síðan tá. Í 2015 stovnaðu vit felagsskapin Dansk Skolebridge, sum í dag telur uml. 1500 sjálvboðin um alt landið. Vit hava frálæru í sløkum 300 skúlum kring landið – og javnt og samt leggjast fleiri afturat.

 

Hvussu hevur gingist tær í bridgekappingum?

Hetta er torført. Í felags- og økiskappingum hevur gingið væl, og eg havi vunnið nakrar. Eisini í DM kappingum fyri mix og kvinnupør hava úrslitini verið á góðari leið. Tað, sum eg eri glaðast um, er, at sonur mín fór at spæla bridge fyri trimum árum síðani. Tað fyrsta árið vunnu vit meistaraskapið í Støvring Bridge Klub, og í fjør vunnu vit kappingina í Ravnkilde Bridge Klub.

 

Tað sosiala hevur stóran týdning

Brian Senior

Samrøða av heimasíðuni hjá EBU frá 2014
Stytt og týtt til føroyskt: Arnbjørn Sivertsen
https://www.ebu.co.uk/biographies/brian-senior

 

Brian Senior arbeiðir fulla tíð við bridge og er sjálvstøðugur vinnurekandi. Hann er yrkis-bridgespælari, bridgelærari og bridgetíðindafólk. Hann hevur skrivað óteljandi bridgebøkur, men er mest kendur sum ritstjóri, útgevari og medarbeiðari av almennu heimsmeistaraskapsbókini hvørt ár. Brian hevur til ymsar tíðir umboðað Stórabretland, England, Norðurírland og Írland í altjóða kappingum og hevur vunnið allar tær stóru EBU liðkappingarnar í minsta lagi einaferð. Sum tann ferðandi bridgespælarin, hann er, hevur hann eisini vunnið bridgekappingar í øllum heimspørtum uttan á Antarktis. Brian er giftur við Nevena, sum regluliga spælir við úrslitagóða enska kvinnulandsliðnum, og hevur eina 15 ára gamla dóttir, Katya. Tá ið hann ikki spælir bridge, stendur áhugin mest til ítrótt, serliga cricket, biografar, sjónleikir og at lesa - mest Science Fiction, søgu og ævisøgur. Ein av ágóðunum av at ferðast nógv er, at hann eisini sleppur at royna ymsan útlendskan mat.

 

Nær byrjaði tú at spæla bridge?

Sum ungur tannáringur lærdi omma mín meg ymisk kortspøl m.a. bridge.

 

Hvussu ofta spælir tú?

Eg spæli sera lítið við í feløgum, men spæli kappingar í vikuskiftum, og um onkur vil hava meg við uttanlands at spæla. Eitt av tí besta við arbeiðnum hjá mær er, at eg fái høvi at vitja so nógv áhugaverd støð, so um onkur vil hava ein gamlan knarrutan makkara til eina útlendska kapping - so eri eg tann rætti!

 

Spælir tú altíð við teimum somu makkarunum og liðfeløgunum?

Eg spæli við nógvum ymsum makkarum og liðfeløgum, men summir eru fastir fúsar. Hvat eg vænti mær av teimum? At teir altíð gera sítt besta og ikki av leti gera býtt mistøk.

 

Hvat dámar tær, og hvat kundi tú hugsað tær at broytt í bridge?

Mær dámar, at hóast ein kapping er álvarsom, so er tað sosiala altíð ein partur av øllum. Møguleikin at práta við nógv ymisk fólk, og tað at hitta somu fólk aftur og aftur. Eg eri stúrin, tí ov fá nýggj fólk koma við til tær ensku kappingarnar. Hvat mær ikki dámar? At vit leggja okkum ov nær at hava strangar reglur. - Alerta hetta, greið frá hesum, handan avtalan er ikki loyvd, tvey eins systemkort... Hetta sigi eg júst afturkomin úr Manila, har eg bara minnist eitt mótstøðufólk í fimm dagar, sum hevði systemkort, og alt gekk sum smurt kortini.

Bøkur eftir Brian Senior: https://www.thriftbooks.com/a/brian-senior/568461/

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30

22. mar 2024

FM-Blandað Pør - AVLÝST