Vunnu í 1/8 finaluni á walisiskum liði úr Aberystwyth
Tórshavn - Aberystwyth 81 - 39
Tey seinast árini hava okkara landsliðsleikarar javnan spælt venjingardystir á BBO í sambandi við fyrireikingar til luttøkuna í altjóða kappingum so sum NM, EM og Small Federations Games.
Tá liðið fyrireikaði seg til SFG í Serbia í oktober, fekk landsliðsvenjarin, Símun Lassaberg, liðið hjá okkum við í eina kapping, ið nevnist BBO InterCity League. Vit sluppu við, tí eitt av liðunum í kappingini gav avboð.
Føroyska liðið vann sín bólk í innleiðandi umfarinum, og kvalifiseraði seg til 1/8 finalurnar, sum eru knock-out dystir við 24 spølum.
Hesin dysturin móti liðnum úr Aberystwyth í Wales varð leiktur í kvøld 11. desember á BBO. Tað føroyska liðið, ið spælir undir navninum ”Tórshavn”, var mannað við Arna Mikkelsen, Boga Simonsen, Dánjal Paula Mohr og Árna M. Dam og vann dystin ruddiliga við 81 - 39 imps. Við á bretska liðnum vóru kend bretsk bridgenøvn sum Julian Pottage, Paul Lamford og Mark Roderick.
Við sigrinum hevur føroyska liðið spælt seg í 1/4 finalurnar, sum verða leiktar á BBO næsta mikukvøld kl 20 føroyska tíð.
Seinastu tíðindi

Liðið hjá Byggitilfar er føroyameistari

Sterkir norrmenn vunnu Tórshavnar Bridgefestival

Símun Lassaberg settur at samskipa landsliðsvenjingarnar hjá…
