Aftur til tíðindasavn

Birita Clementsen og Símun Lassaberg vunnu FM Blandað Pør

16 sep 2025

Myndasavn

Føroyameistarakappingin fyri Blandað Pør varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 13. septembur 2025.

Sum heitið ber boð er kappingin ætlað pørum mann og kvinnu. Sum liður í at fáa fleiri nýggjar bridgespælarar at luttaka, var harumframt ein roynd gjørd við at royndir bridgespælarar kundu luttaka saman við spælarum, ið ikki hava spælt longri enn 4 ár.

10 pør luttóku í kappingini og leikt vóru 9 umfør á 5 spøl og sostatt 45 spøl í alt.

Fyrstu 3 umførini leikaði lutfallsliga javnt á og vóru einans 7 stig á muni millum trý tey fremstu pørini, har ávikavist Valborg Rasmussen & Jón Rasmussen og Maria V. Hansen & Marner Joensen lógu í oddinum. Sum kappingin leið gjørdu eisini onnur pør seg galdandi, eitt nú Eva Sarita Berg & Jákup Sørensen og Birita Clementsen & Símun Lassaberg.

Tá kappingin leið móti endanum myndaðu Birita Clementsen & Símun Lassaberg og Maria V. Hansen & Marner Joensen oddin, meðan Eva Sarita Berg & Jákup Sørensen og Henriette Svenstrup & Oddmar Danielsen dystaðust um triðja plássið. Endaliga úrslitið gjørdist at Birita Clementsen & Símun Lassaberg vunnu kapingina við 217 stigum meðan Maria V. Hansen & Marner Joensen vunnu sær annað plássið við 208,8 stigum. Triðjaplássið vunnu Henriette Svenstrup & Oddmar Danielsen sær við 195,5 stigum.

Endaliga úrslitið gjørdist hetta:

Føroya Bridgesamband takkar fyri eina góða kapping.

Komandi kappingin er fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið, sum verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali sunnudagin 28. septembur 2025.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

16. sep 2025

Birita Clementsen og Símun Lassaberg vunnu FM Blandað Pør

04. sep 2025

Opið hús á Realbridge

30. aug 2025

Minningarorð um bridgespælaran Øssur Winthereig

29. aug 2025

FM-BLANDAÐ 2025/­26