Aftur til tíðindasavn

Balle og Arni vunnu FM fyri pør 2025

01 jun 2025

Arni og Balle vunnu FM fyri pør

 


Í vikuskiftinum var kappast um FM-heiti fyri pør í bridge. Kappingin gjørdist óvanliga spennandi.

Spæld vóru 92 spøl fríggjakvøldið og leygardagin, men ikki fyrr í seinasta spælinum var greitt, hvør fór við meistaraheitinum.

Arni Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr vunnu bara 0,1 stig framman fyri Dia Jacobsen og Hallberg Anfríðsson. Í bridge er 0,1 stig minni enn eitt stikk og tá hugsað verður um, at í allari kappingini vóru tikin 1196 stikk, so kann ein FM-kapping ikki vera tættari. Hetta er sum túsundapartar í eini koyrikapping.

Á triðja plássinum komu Jóannes Mourtisen og Per Kallsberg.

Í alt vóru 24 pør við í FM-kappingini, sum var spæld í Bridgehúsinum í Havn.

5. juni skulu landsliðini í bridge spæla NM í Íslandi. Spælt verður í opnum raði og kvinnuraði. Í opnum raði eru Árni M. Dam-Bogi Simonsen, Símun Lassaberg-Rúni Mouritsen og Eyðun Anthoniusen-Robert Langgard. Á kvinnulandsliðnum eru Anna Paulina Leo Olsen- Eva Sarita Berg og Maria V. Hansen-Birita T. Clementsen.

Nr. 2 - Hallberg Arnfríðsson og Dia Jacobsen

Nr. 3 - Per Kallsberg og Jóannes Mouritsen

Skrivað: Øssur Winthereig

Seinastu tíðindi

08. jun 2025

NM: Føroyar aftast í báðum røðum

07. jun 2025

Kvinnur­nar vunnu á Íslandi

06. jun 2025

NM: Triðja umfar spælt

05. jun 2025

NM 2025 í Íslandi