FBS hevur saman við limafeløgunum yvirskipað umrøtt hvussu raðfestast skal viðvíkjandi luttøku í altjóða kappingum í kappingarárinum 2024/25.
Við støði í hesum hevur nevndin í FBS nærri umrøtt ymisku møguleikarnar. Havandi í huga at luttøka í altjóða kappingum er kostnaðarmikil, hevur nevndin gjørt raðfestingar og sett nakrar treytir fyri luttøku. Avgjørt er at raðfesta niðanfyri nevndu kappingar:
Kjørdæmamótið: Kjørdæmamótið verður leikt á Borgarfjørður Eystri í Íslandi í døgunum 3-4. mai 2025. Sum treyt fyri luttøku í hesi kapping hevur FBS ásett eitt egingjald á 5.000 kr. pr. spælara, meðan FBS rindar restkostnaðin.
Eins og undanfarin ár er avgerð tikin um at allir bridgespælarar, ið hava áhuga, hava møguleika fyri at luttaka í hesi kappingini. Talan er um 8 pør (16 spælarar) ið luttaka, og kunnu øll áhugaði boða FBS frá við at trýsta her, seinasta freist er 15. mars 2025.
European Small Federation Games: Kappingin verður leikt í Bukarest, Rumenia, í døgunum 11-13. mai 2025. Sum treyt fyri luttøku í hesi kapping hevur FBS ásett eitt egingjald á 1.500 kr. pr. spælara.
Hetta er sum kunnugt ein kapping millum tær smærru bridgetjóðirnar, og er ætlanin at eitt føroyskt landslið luttekur í hesi kapping.
Broyting í heimligu kappingarskránni (FM-pør): European Small Federation Games kappingin verður vanliga leikt í oktobur mánaða, men er hesuferð flutt til 11-13. mai 2025. Hetta hevur við sær at FBS hevur tikið avgerð um at flyta FM-kappingina fyri pør, ið ætlandi skuldi verið leikt 9-10. mai 2025, soleiðis at hendan í staðin verður leikt 30-31. mai 2025. Kappingarskráin er dagførd, trýst her fyri at síggja hana.
Norðurlandameistaraskap (NM): Norðurlandameistarakappingin verður leikt við Laugarvatn (uml. 50 min. uttanfyri Reykjavík) í Íslandi í døgunum 5-8. juni 2025.
Miðjað verður ímóti at tvey føroysk landslið luttaka í hesi kappingini – ávikavist í opna raðnum og í kvinnuraðnum.
Bruttohópur og landsliðsnevnd: Sum liður í fyrireikingunum til ávikavist European Small Federation Games kappingina og NM-kappingina verður heitt á spælarar, ið hava áhuga at luttaka í bruttohópinum til hesar kappingar, um skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 15. januar 2025, at boða FBS frá við at trýsta her.
Vísandi til at ongin landsliðsvenjari í løtuni er knýttur at FBS, verður mælt til at áhugaðir spælarar í ein ávísan mun sjálvir venja miðvíst, eins og FBS arbeiðir við at fáa í lag 2-3 venjingarvikuskifti, har útlendskir venjarar/spælarar koma at standa fyri venjingini við bruttohópinum. Vónandi ber hetta á mál, soleiðis at hesi venjingarvikuskifti kunnu vera í tíðarskeiðnum februar-apríl. Mælt verður til at allir spælarar í bruttohópinum luttaka í hesum venjingarvikuskiftum.
Landsliðsnevndin tekur út landsliðini, sum luttaka í ávikavist European Small Federation Games kappingini og Norðurlandameistarakappingini.