Aftur til tíðindasavn

1st Small Federation Online Open Teams

13 des 2024

Eitt føroyskt lið luttekur í fyrstu Small Federation Online Open Teams kappingini

WBF skipar í hesum døgum fyri kapping millum smátjóðir. Kappingin verður skipa online via platformin Realbridge. Føroyingar eru millum tær 31 luttakandi tjóðirnar. Á føroyska liðinum eru:

  • Símun Lassaberg & Árni M. Dam
  • Arne Mikkelsen & Dánjal Pauli Mohr
  • Pól Egholm & Magni Jøkladal
  • Jóannes Mouritsen & Per Kallsberg

Kappingin verður skipa yvir 2 vikuskiftir, frá hósdag til sunnudag 12. til 15. des og 19. til 22. des. Øll liðini spæla 12 dystir á 12 spøl.

Higartil hevur føroyska liðið spælt 1 dyst. Hann var móti Venezuela og vunnu teir hann 18,9 -1,1. Ùrsliti finnur tú her

Næsti dysturin verður leygarmorgunin kl. 10:15. Dysturin verður vístur forskotin á Realbridge her

Realbridge síða við meira kunning finnur tú her

Offisiella síðan hjá WBF finnur tú her

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

07. mai 2025

FM-Pør

27. apr 2025

Liðið hjá Byggitilfar er føroyameistari

24. mar 2025

Sterkir norrmenn vunnu Tórshav­nar Bridgefestival

24. mar 2025

Símun Lassaberg settur at samskipa landsliðs­venjingar­nar hjá…