Aftur til tíðindasavn

Kunningarskriv frá Havnar Bridgefelag. Kom og spæl kort

08 sep 2024

Havnar Bridgefelag                  Stovnað 13. november 1937         Tórshavn, hin 8. september 2024

Til allar limir felagsins og aðrar komandi spælarir, nýggir sum gamlir

Vit hava fyrireika okkum til heystið og veturin, tá vit sessast aftur við bridgeborðini og kortini verða tikin fram aftur.

Havnar Bridgefelag hevur lagt eina kappingarská fyri komandi bridgeár, sum sæst niðanfyri, soleiðis at limirnir vita í góðari tíð nær parakapping ella liðkapping er og nær tað er opið hús.. Kanska hetta kann hjálpa at tilrættisleggja onnur gerðamál.

Havnar Bridgefelag                  Stovnað 13. november 1937         Tórshavn, hin 8. september 2024

Kappingarnar fyri heystið 2024 verða skipað soleiðis:

Spælt verður sum vant hvørt hóskvøld, har byrjað verður kl. 18:45.

Sum nakað nýtt. Til opið hús 19 september, 3. 17, og 31. Oktober, 14. Og 28. November ætla vit at hava temaundirvísing við ymsum spælarum ein hálvan tíma áðrenn tvs undirvísing frá kl 18-18,30. Tað er neyðugt við tilmeldan til spæling, men ikki til undirvísing.

2024

08.08, 15.08, 22.08, 29.08 og 05.09        hevur verið opið hús, har tað er melda til fyri hvørt kvøld sær hjá Eyðuni Anthoniussen.

Síðani eru 7 kvøld (annað hvørt hóskvøld) har tað er ein tilmelding,

12.09             Parakapping 1- her er fyrsta kvøld og tá er tilmeldan liðug

19.09             Opið hús

26.09             Parakapping 2

03.10             Opið hús

10.10             Parakapping 3

17.10             Opið hús

24.10             Parakapping 4

31.10             Opið hús

07.11             Parakapping 5

14.11             Opið hús

21.11             Parakapping 6

28.11             Opið hús

05.12             Parakapping 7

28.12             Nýggjárskapping

Skráin fyri várið 2025 liggur á heimasíðuni og kunningarskriv kemur seinni um hetta

Við bridgekvøðu

Nevndin í Havnar Bridgefelag

Marjun Restorff, form

Maria V. Hansen, skrivari

Eyðun Anthoniussen, kappingarleiðari

Skrivað: Marjun Restorff

Seinastu tíðindi

08. sep 2024

Kunningarskriv frá Havnar Bridge­felag. Kom og spæl kort

01. sep 2024

Tilmelding til FM-Lið

25. aug 2024

Nýggja Bridge­felag opið hús & skrá 2024

11. aug 2024

Ársaðalfundur í Føroya Bridgesamb­andi 2024