Aftur til tíðindasavn

Eysturríki mátti aftur lúta

02 jul 2024

Tá føroysku og eysturrísku vetranlandsliðini spældu í EM kappingini í bridge í Herning, høvdu allir spælarar aldur at minnast aftur á føroyska sigurin í Landskrona á sinni í fótbólti.

Eysturíki lá fyri dystin nummar tvey og í spølni søgdu teir, at teir høvdu enn eitt lítið ”forbannisli” í høvdinum, tá teir møttu Føroyum.

Eftir dystin kundi føroyska liðið smírast erliga og eysturríska liðið royna at smírast, tí enn var støðan tann sama, sum fyri dystin.


Føroyska veteranlandsliðið vann tryggan sigur á Eysturríki og harvið sín annan dyst. Støðan í stigatalvuni røkkur ikki so langt, kortini frøast spælararnir yvir hvønn sigur – og ein móti Eysturríki var kærkomin.

EM-kappingin í bridge verður spæld í Herning Kongressentri og endar hósdagin.

 

Arnbjørn Sivertsen (við rygginum til) og Carl Mikkelsen

 

Heini Joensen og Danny Danielsen við bridgborðið

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

27. okt 2025

Bridge: Liðið hjá Magna Jøkladal hevur lagt seg á odda í FM kapping&sh…

13. okt 2025

WBF Small Federation Online Teams 2025

04. okt 2025

2nd. WBF Small Federations Online Open Teams

01. okt 2025

Skráin hjá Havnar Bridge­felag