Aftur til tíðindasavn

Bridgekvinnurnar vinna fyrsta dyst

30 jun 2024

Kvinnurnar á bridgelandsliðnum vístu sera gott spæl í dystunum móti Italia og Ungarn í EM kappingini, sum er í Herning. Vunnu báðar dystirnar.

21 lond eru við í kvinnukappingini og hava kvinnurnar á føroyska landsliðnum vunnu tveir dystir higartil.

- Nógvir dystir eru eftir, men longu nú halda vit, at úrslitini eru góð, og at tað er rætt, at Føroya Bridgesamband hevur sent kvinnulandslið til EM, sigur Óli Holm, sum er liðskiparin.

Seinsast kvinnurnar vóru til EM var í 2004, men úrslitini í Herning vísa, at eisini kvinnulandsliðið skal vera við til EM.

Trý føroysk bridgelandslið eru við í EM-kappingini. Umframt kvinnurnar er opið lið, sum eru tað besta liðið og so veteranligið, ið er liðið hjá spælarum eldri enn 64 ár.

Opna liðið liggur eitt sindur undir miðjuni í teirra raði, meðan vetaranlandsliðið eigur nøkur góð úrslit til góðar – liðið er á aftasta plássi.

Spæld vera tríggjar ferðir 16 spøl hvønn dag og kappingin endar hósdagin.

Kvinnulandsliðið eftir fyrsta sigurin. Sitandi Marju Restorff og Maria V. Hansen. Standandi Arnleyg Mikkelsen, Eva Sarita Berg. Birita T. Clementsen og Anna Paulina Olsen.

Birita T. Clementsen og Maria V. Hansen við bridgeborðið í Herning Kongressentri

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

12. jan 2025

Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr vunnu silvurkappingina

06. jan 2025

Lær at spæla bridge í BRIDGE­HÚSI­NUM várið 2025

04. jan 2025

Silvur 2024 /­ 2025

23. des 2024

Kunnungarskriv frá FBS – Kappingar uttanlanda í 2025