Aftur til tíðindasavn

Liðið hjá Jóannes Mouritsen hevur lagt seg á odda í FM kappingini fyri lið

24 sep 2023

Eitt nýtt bridge-kappingarár stendur fyri framman og leygardagin 23. septembur 2023 vóru fyrstu umførini í føroyameistarakappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.

Hetta kappingarárið eru 10 lið við í kappingini. Føroya Bridgesamband hevur avgjørt at skipa FM-kappingina fyri lið soleiðis, at fyrst verður leikt eitt grundspæl, har øll liðini møtast eina ferð í innanhýsis dytstum á 20 spøl. Í grundspælinum verða sostatt leiktir 9 dystir á 20 spøl.

Síðani verður farið til endaspælið, har liðini verða býtt upp í 2 bólkar. 4 tey fremstu liðini í grundspælinum koma í A-bólkin, meðan hini 6 liðini koma í B-bólkin.

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

Úrslitini frá teimum trimum fyrstu umførunum í grundspælinum vóru hesi:

 

Umfar 1:

Byggitilfar – Hallur Ellingsgaard 20,00 – 0,00
Jassarnir – Blanda Bomm 11,08 – 8,92
Rútar 7 – Henriette Svenstrup 12,07 – 7,93
Snekkjurnar – Rinkuhúsini 5,06 – 14,94
Jóannes Mouritsen – Dia og Kúllarnir 18,91 – 1,09

 

Umfar 2:

Hallur Ellingsgaard – Dia og Kúllarnir 0,01 – 19,99
Rinkuhúsini – Jóannes Mouritsen 1,57 – 18,43
Henriette Svenstrup – Snekkjurnar 13,20 – 6,80
Rúar 7 – Blanda Bomm 20,00 – 0,00
Byggitilfar – Jarrarnir 20,00 – 0,00


 Umfar 3:

Jassarnir – Hallur Ellingsgaard 4,07 – 15,93
Rútar 7 – Byggitilfar 9,45 – 10,55
Snekkjurnar – Blanda Bomm 11,08 – 8,92
Jóannes Mouritsen – Henriette Svenstrup 18,73 – 1,27
Dia og Kúllarnir – Rinkuhúsini 13,81 – 6,19

 

Støðan eftir fyrstu 3 umførini er hendan:

1. Jóannes Mouritsen 56,07 stig
2. Byggitilfar 50,55 stig
3. Rútar 7 41,52 stig
4. Dia og Kúllarnir 34,89 stig
5. Snekkjurnar 22,94 stig
6. Rinkuhúsini 22,70 stig
7. Henriette Svenstrup 22,46 stig
8. Blanda Bomm 17,84 stig
9. Hallur Ellingsgaard 15,94 stig
10. Jassarnir 15,15 stig

 

Komandi 3 umførini í grundspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 5. novembur 2023 og byrja verður kl. 12.00. Tá verður m.a. oddadystur millum liðini hjá Jóannes Mouritsen og Byggitilfar.

 

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

07. mai 2025

FM-Pør

27. apr 2025

Liðið hjá Byggitilfar er føroyameistari

24. mar 2025

Sterkir norrmenn vunnu Tórshav­nar Bridgefestival

24. mar 2025

Símun Lassaberg settur at samskipa landsliðs­venjingar­nar hjá…