Landsliðsvenjari settur
Sum kunnugt hevur FBS í eitt tíðarskeið arbeitt við at fáa til vega ein landsliðsvenjara. Avtala er nú gjørd við danan Andreas Marquardsen um, at hann komandi 2 árini verður landsliðsvenjari. Andreas Marquardsen tekur við starvinum 1. septembur 2023.
Andreas Marquardsen hevur drúgvar royndir sum bridgespælari, og hevur í mong ár spælt í bestu deildini í Danmark, umframt at hann hevur umboðað danska bridge-landsliðið. Harumframt hevur Andreas Marquardsen ein ávísan kunnleika til føroyskt bridge frá tíðini, tá hann var landsliðsvenjari hjá føroyska liðnum ið luttók í Evropameistarakappingini í Budapest í 2016.
Fremsta uppgávan hjá landsliðsvenjaranum verður at leggja til rættis eina skipaða landsliðsvenjing, sum liður í fyrireikingunum til tær altjóða kappingar, ið standa fyri framman. Sum liður í hesum arbeiði kemur landsliðsvenjarin eisini á vitjan í Føroyum umleið eina ferð um ársfjórðingin, har møguleiki eisini verður hjá feløgunum og øðrum áhugaðum at koma á tal við landsliðsvenjaran og fáa íblástur.
Smal Federation Games í Tallin
FBS hevur tikið avgerð um at eitt føroyskt landslið luttekur í Small Federation Games kappinpini í Tallin í Estlandi í døgunum 25-27. oktobur 2023. Hetta er samstundis fyrsta altjóða kappingin har nýggi landsliðsvenjarin stendur á odda fyri liðnum.
Tað er landsliðsvenjarin sum stendur fyri úttøkuni av landsliðnum. Í hesum sambandi heitir Føroya Bridgesamband á pør, sum hava áhuga í at luttaka í bruttohópinum til Small Federation Games kappinpina í Tallin, um at boða bridgesambandinum frá við at senda teldupost til bridge@bridge.fo í seinasta lagi hósdagin 14. september 2023. Tey pør, ið luttaka í bruttohópinum, skulu luttaka í venjingini fram til landsliðsúttøkuna.
Seinastu tíðindi

Liðið hjá Jóannes Mouritsen hevur lagt seg á odda í FM kappingini…

Kunning um FM-Lið 2023/24

Bridgekapping á Oyrabakka
