Aftur til tíðindasavn

Ólavsøkukapping

25 jul 2023

Parakapping 30. juli

Fyrr var vanligt at spæla bridge á ólavsøku, tann siðin fara vit at taka uppaftur. Øll eru vælkomin í Bridgehúsið sunnudagin 30. juli kl. 16, tá verður skipað fyri opnari parakapping.

Spæld vera okkurt um 30 spøl, alt eftir hvussu nógv teknað seg. Teknið tykkum niðanfyri her ella sendi sms til Jákup á 212959 ella Oluf á 216453. Seinasta freist at tekna seg er 30. juli kl 15.

Kappingin byrjar klokkan 16, kostnaðurin er 100 kr fyri parið. Allur peningurin fer til virðislønir til nummar eitt, tvey og trý og so eina afturat.

Verið vælkomin, ringið til gamla bridgemakkaran og bið hana ella hann um at koma við aftur. Kanska onkur, sum enn ikki hevur verið í nýggja Bridgehúsinum, har er gott at vera og mann fær næstan bara góð kort.

Síggjast 30. juli.

Úrslit her

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

07. mai 2025

FM-Pør

27. apr 2025

Liðið hjá Byggitilfar er føroyameistari

24. mar 2025

Sterkir norrmenn vunnu Tórshav­nar Bridgefestival

24. mar 2025

Símun Lassaberg settur at samskipa landsliðs­venjingar­nar hjá…