Aftur til tíðindasavn

Morten Bilde vitjað og skipað fyri introskeiðum vm.

04 mai 2023

Skipað hevur verið fyri Introskeiðum í Bridge á Skúlatrøð og í skúlanum á Løgmannabreyt

Endamálið

Skúlanevndin hjá FBS hevur í hesum døgunum vitjan av Morten Bilde leiðara í Dansk Skolebridge. Endamálið við vitjanini er at fáa gongd á og vegleiðing um, hvussu vit fáa nýggjar bridgespælarar at taka við, har vit gomlu fella frá. Serliga leggja vit okkum eftir at fáa fleiri ung fólk at spæla bridge, men eisini mugu vit fáa upp at venda, hví limatalið í feløgunum ikki veksur, hóast vit í nógv ár hava skipað fyri frálæru í bridge, og undirtøkan hevur verið góð.

Telja vit saman, hvussu nógv fólk hava teknað seg til og tikið lut í teimum frálærutilboðunum, sum bridgefeløg hava skipað fyri seinastu 10 árini, nær-kast talið 100. Telja vit eisini teir skúlanæmingarnar við, ið hava roynt eitt innleiðsluskeið í fólkaskúlanum, koma vit upp á fleiri ferðir 100. Men støðugt minkar talið av limum í bridgefeløgunum. Hvussu ber tað til?

Fundur í Bridgehúsinum

Júst hesin spurningurin var eitt av evnunum, vit tosaðu um á fundinum í Bridgehúsinum mánakvøldið 1. mai. Møttir vóru nevndarlimir og onnur áhugað at frætta meira um, hvørjar ætlanir og hugskot skúlanevndin og Morten Bilde hava fyri at venda gongdini, so undirtøkan til kappingarnar hjá feløgunum veksur heldur enn at standa í stað ella minka.

Rekruttering, frálæra og trivnaður

Hesi trý orðini vóru evnini í framløguni og kjakinum, sum 12 áhugaði fólk vóru savnað saman um hetta kvøldið í Bridgehúsinum.

Arnbjørn og Marjun, sum í nógv ár hava verið við til at skipa fyri bridgeskúla í Havn, greiddu eitt sindur frá gongdini higartil, og hvørjar ætlanirnar eru næsta vetur. Ein broyting viðvíkjandi bridge í kvøldskúlanum næsta vetur er, at í staðin fyri at hava eitt langt samanhangandi vetrarskeið frá september til apríl, fara skeiðini at verða stytri og fleiri.

Heystskeið og várskeið

Fólk kunnu tekna seg til heystskeið frá september til desember, fáa eitt slag av innleiðslu í, hvussu vit spæla bridge, har tey eins og næmingarnir í fólkaskúlanum læra mannagongdina í spælinum og eitt sindur um, hvussu vit melda kortini. Hetta skeið nevna vit Bridge 1. Eisini kunnu fólk tekna seg til Bridge 2, sum er eitt framhald av Bridge 1, har tey læra meira um meldingar og spæliteknikk. Bridge 3 er framhaldsskeið, har eisini royndir spælarar kunnu læra nakað.

Av tí at vit verða fleiri lærarar og hjálparfólk í Bridgehúsinum mánakvøld, ber til at hava øll skeiðini samstundis. Tey smærru hølini í húsinum kunnu takast í nýtslu til teoretiskt prát, og í tí stóra hølinum kunnu øll sita og spæla ymisk spøl samstundis.

Eftir jól, mugu øll, sum ynskja at halda fram í kvøl-dskúlanum, tekna seg umaftur, og kunnu tá sjálvi velja, hvat av skeiðunum, tey ynskja at taka lut í. Ætlanin er at laga lesitilfar til øll trý skeiðini, har Bridge 3 kann vera eitt sindur av hvørjum, alt eftir hvat næmingarnir sjálvir ynskja at arbeiða við. Hugsast kann, at Bridge 3 enntá kann lyftast upp á eitt støði, ið kann minna um landsliðsvenjing.

Feløgini mugu hugsa á nýggjum

Morten Bilde var inni á, at feløgini mugu til at hugsa sínar kappingar av nýggjum. Tann siðbundna kappin-gin, har limir tekna seg og binda seg til eina kapping frá september til apríl ikki er tíðarhóskandi í dag. Í staðin eiga feløgini at skipa fyri stytri og fleiri kappingum gjøgnum veturin, og eisini at geva rúm fyri at hava opið hús og serligar kappingar, har hædd er tikin fyri at fáa teir nýggju spælararnar at tekna seg til og trívast. Sum eygleiðari hetta kvøldið, helt eg meg síggja á fólki, at tey tóku hetta til sín og hugsaðu djúpt, hvussu hetta møguliga kann gerast. Spennandi verður at síggja, hvat fer at henda hesum viðvíkjandi.

Rekrutteringin og frálæran, sum vit hava skipað fyri, metti Mortan vera á góðari leið, og mælti okkum til at halda fram á somu kós. Vit eiga av øllum alvi at troyta teir møguleikar vit hava fyri at fáa bridge í fólkaskúlan og síðan hava nøkur serlig tilboð í feløgunum til næ-mingar, ið fáa hug at spæla kort, tað nýtist als ikki ei-nans at snúgva seg um bridge men eisini onnur kortspøl.

Eisini tað eldra ættarliðið hevur í dag annan tørv enn fyrr. Fólk vilja vera meira saman við familjuni og eisini út at ferðast av og á. Hetta sampakkar illa við at binda seg fyri eina bridgekapping fast ein dag um vikuna alla vetrarhálvuna. Nógv av okkum eldru, sum hava hug at spæla kort, kundu ynskt okkum at kappingartilboðini vórðu fleiri og kappingarnar kanska heldur stytri.

Eitt, sum eg hoyrdi fleiri tosa um á fundinum, var at summar kappingar kundu verið betri skipaðar. Ein avbjóðing er at fáa fólk at taka sær av kappingum burturav, kunna um kappingarnar, eggja fólki til at tekna seg og ikki minst manglar okkum eisini í stóran mun at fáa fleiri og eisini betri kappingarleiðarar at stíla fyri, meðan spælt verður.

Vitjan á Skúlatrøð í Klaksvík

Símun Lassaberg, sum er lærari í Klaksvík, hevur fyrr roynt at fáa kvøldskúla at rigga í Klaksvík og í Eysturoynni. Tað hevur gingið illa at fáa fólk at tekna seg til, men okkurt skeið hevur verið. Klaksvíkar Bridgefelag er um at fara í søguna vegna fækkandi og aldrandi limir, og tað er í tøkum tíma, at okkurt munandi verður gjørt, um bridge ikki heilt skal hvørva har.

Símun hevur søkt skúlan um at fáa bridge á tímatalvuna eins og talv longu er har. Tí valdu vit at skipa fyri einum innleiðsluskeiði í bridge fyri trimum 7. flokkum við tilsamans umleið 70 næmingum týsdagin 2. mai. Dagin fyri fóru Morten og Arnbjørn til Klaksvíkar at hjálpa til at rigga til skeiðið.

Skeiðið var frá kl 8.00 um morgunin til kl 13.00. Tað eydnaðist avbera væl, og týðiliga sást, at lærarum og næmingum dámdi hetta væl.

Við til at skipa fyri innleiðsluskeiðinum í Klaksvík sum lærarar og hjálparfólk vóru: Morten Bilde, Símun Lassaberg, Arnbjørn Sivertsen, Steinbjørn Jacobsen, Mamy Dahl, Magni Jøkladal, Annika Olsen, Justinus Olsen, Jákup Hjaltalin og Heðin Mouritsen.

Vitjan í Eysturskúlanum

Á Eysturskúlanum hevði Maria V. Hansen, sum hesar dagarnar var sjúkrameldað, skipað fyri einum fundi saman við leiðslu og lærarum í Eysturskúlanum í Havn. Fundurin var tíðliga mikumorgunin. Morten og Arnbjørn umboðaðu FBS á fundinum, har starvsfólk og leiðsla greitt vístu stóran áhuga at fáa bridge á tímatalvuna skjótast til ber. Ætlan varð gjørd at fáa bridge sum valfak millum annan hugaítrótt í Nám X longu næsta skúlaár.


Eftir fundin í Eysturskúlanum vitjaðu vit skúlan við Løgmannabreyt, har stjórin, Høgni Joensen, tók væl ímóti okkum, og vit riggaðu til innleiðsluskeiðið, sum eftir avtalu skuldi vera har hósdagin.

Eftirmeting við Gjógv

Mikukvøldið hittust Morten, Símun og Arnbjørn á Gjáargarði, har vit fingu eina góðan døgurða og síðan settu okkum at eftirmeta og leggja ætlanir.

Vit samdust um, at Morten tók avgerðir og skipaði fyri, hvussu vit í næstu framtíð framhaldandi arbeiða við skúlabridge í Føroyum. Morten gjørdi eina neyva arbeiðsskrá. Hann metti, at vit í Føroyum í løtuni ikki hava orku til meira, enn at skipa fyri bridge í tveimum skúlum og mælti til at byrja við bridge í Klaksvíkar skúla og í Eysturskúlanum.

Grundgevingin fyri at vel-ja hesar báðar skúlarnar fram um var fyrst og fremst, at skúlin hevur lærarar, sum spæla bridge, og at vit kunnu gerast partur av hugaítróttini í Nám X.

Fyri at fáa hetta at eydnast væl, mælti hann til at bíða eitt sindur við øðrum skúlum. Tað var kortini einki til hindurs fyri at fara á skúlar at gera stutt innleiðsluskeið og gera aðrar avtalur, ið eru minni orkukrevjandi.

Vitjan í skúlanum við Løgmannabreyt

Hósdagin 4. mai var innleiðsluskeið í skúlanum við Løgmannabreyt millum kl 10.00 og 13.30. Ein 6. flokkur og ein 5. flokkur, gott 40 næmingar tilsamans hugnaðu sær saman við skúlastjóranum, Høgna Joensen, og øðrum lærarum og tóku tey fyrstu stigini at læra bridge. Lærarar og hjálparfólk hendan dagin vóru: Morten Bilde, Símun Lassaberg, Arnbjørn Sivertsen, Annika Olsen, Justinus Olsen, Heðin Mouritsen, Carl Mikkelsen, Oddmar Danielsen, Salomon Johansen og Helgi Arnϸórsson.

Skrivað hevur Arnbjørn Sivertsen

Lagt út hevur Símun Lassaberg

 

Myndir

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30