Aftur til tíðindasavn

Rói skvisar

19 mar 2023

Eitt spæl frá hálvfinaluni í Steypakappingini, sum var um leygardagin 18. marts 2023

Í hálvfinaluni var hetta spælið nr. 4

Tað var spælt 3nt við 3 av borðunum og spælførarin tók 11 stikk við øll 3 borðini. Helst við at kníba í spari. Rói og Heðin høvdu størri ambitiónir tá teir meldaðu 6nt móti Oddmari í vestan og Marjun í Eystan. Marjun spældi kl 7 út til kongin hjá Oddmar, sum spældi kleyvara aftur til essið á borðinum.

Støðan var nú:

Tað er týdningarmikið at taka stikkini í rættari raðfylgju. Rói tók nú fimm ferðir hjartara og 4 ferðir rútara. Áðrenn síðsta rútaran var støðan:

Tá Rói spældi rútar kong og kastaði kleyvar 5 heima hevði Marjun einki gott avkast. Hon valdi aktuelt at leggja spar. So var bara eftir hjá Róa at spæla spar til essið og taka síðsta stikk uppá spar damu!

Hvat hendir um Oddmar í staðin spælur spar aftur?

Rói vinnur kortini. Tó skulu stikkini takast í "øvugtari" raðfylgju. Tvs. at rútarin skal takast fyrst og síðani hjartarin. Støðan áðrenn síðsta hjartaran er:

Marjun er aftur skvisa í svørtu litunum!

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

11. mai 2025

Opið hús summarið 2025

11. mai 2025

Small Federation Games 2025

07. mai 2025

FM-Pør

27. apr 2025

Liðið hjá Byggitilfar er føroyameistari