Suðuroyar Bridgefelag skipar fyri kapping og veitslu 22. og 23. oktober og vónar, at nógvir bridgespælarar úr øllum landinum koma suður at spæla og hugna sær saman. Stevnan er til minnis um Dia Poulsen, Randi Strøm og Hans í Líðini. Ætlanin var at halda hana fjør, men tá varð avlýst vegna smittuvandan.
![]() |
![]() |
![]() |
Ætlanin er at spæla uppi á balkongini, við fullum útsýni líka úr Trongisvági út til Froðbiar. Ábit og borðhald verður niðri í salinum. Tað hevði sanniliga glett okkum, um tit komu suður í stórum tali. Kostnaðurin er 600 kr fyri hvønn. Hetta er fyri spælaragjaldið, ábit á middegi, kaffe, te, kaku og borðhaldið. Drykkjuvørur verða at fáa til ein sera rímiligan prís – bjór, reyðvín og hvítvín, fleiri sløg at velja í. Um tit ikki eru áhugað í borðhaldinum, er kostnaðurin 300 kr.
Skrá leygardagin 22. oktober:
07.00 Smyril fer úr Havn
09.15 Smyril leggur at á Krambatanga
09.45 Verður stevnan sett
10.00 Byrja vit at spæla parakapping uml. 50 spøl
12.30 Ábit – Smyrjibreyð
13.15 Halda áfram at spæla
17.00 Ætla vit at liðugt er at spæla
19.00 Borðhaldið byrjar
Skrá sunnudagin 23. oktober:
12.00 Einkultmanskappingin byrjar – uml. 30 spøl
14.15 Steðgur – Kaffe, te og kaka
14.45 Halda áfram at spæla
16.45 Liðugt at spæla og handan av vinningum.
17.30 Smyril fer av Krambatanga
Randi Poulsen úr Porkeri verður kokkur.
Smyrjibreyð til ábit og ein 3 rættað matskrá til borðhaldið. Kaffe, te og kaka verður at fáa alla tíðina og er íroknað prísinum.
Vónandi møta tit fjølment og minnast hesar spælarar okkara Dia, Randi og Hans saman við okkum her suðuri. Til borðhaldið fer Óli Holm at hugleiða um tey, sum farin eru, og helst hevur hann onkrar aðrar góða søgur, kenna vit hann rætt. Orðið verður annars frítt. Ætlanin er at hava harmonikuspælara at spæla til sangin, føroyskur dansur er eisini á skránni, og er tað onkur ið hevur hug at dansa ongilskdans, eru eisini umstøður til tess.
Tit, ið koma, verða vinarliga biðin um at melda tykkum til sum makkarapar. Skriva ella ring til:
Arnbjøn í Smiðjuni 212324
Connie Thomsen 221205
Helga Strøm 228200
Vinarliga gjaldið á konto 6460 – 6165542 og vinarliga viðmerkið navnið á spælara. Sigið frá í seinasta lagi 10 dagar frammanundan, innan 12. oktober. Hetta er ynski frá kokkinum. Um tað skuldi hent, at avlýst verður orsaka av væntandi undirtøku fáa tit sjálvandi peningin aftur.
Gist í Øravík bjóðar einkultkamar fyri 500 kr um náttina og dupultkamar fyri 700 kr um náttina. Morgunmatur er ikki íroknaður, men fólk fáa ókeypis te og kaffi og hava møguleika at matgera sjálvi.
Møti fjølment
Við brigdekvøðu
Connie, Arnbjørn & Helgi
Seinastu tíðindi

Ólavsøkukapping

NM: Føroyar aftast í báðum røðum

Kvinnurnar vunnu á Íslandi
