Frálæra í bridge

Nýggjar bridgespælarar?

Her fara vit at leggja inn hugskot og tilfar um, hvussu vit fáa fleiri bridgespælarar í Føroyum. Serligt atlit verður tikið til at fáa ungdómin at spæla bridge.

 

 

Bridgeskúlin í Havn

Skeið fyri byrjarar er í Bridgehúsinum hvørt mánakvøld kl 19-21. Hóast frálæran er fyri nýggjar spælarar, eru royndir spælarar vælkomnir at taka lut og nýta mánakvøld sum venjingarkvøld ella seta seg við eitt borð saman við næmingunum og leggja lag á. Umframt at læra um bridge leggja vit stóran dent á, at hesi kvøldini gerast hugnalig fyri øll, sum møta upp. Vit byrjaðu um miðjan september og halda fram gjøgnum veturin til páskir. 

Bridgeskúli á Giljanesi

Vága Bridgefelag hevur fingið bridge við í kvølskúlanum í Vágum. Jákup Egholm, formaður í felagnum, stendur fyri tiltakinum, og hevur fingið Arnbjørn Sivertsen vestur at skipa fyri frálæruni. Skúlin byrjaði seinast í oktober og er hvørt týskvøld kl. 19.00-21.30. Higartil hava vit verið tvey ella trý borð. Nýggir næmingar og royndir bridgespælarar eru altíð vælkomnir at taka lut. Skeiðið endar einaferð í februar.

 

 

Betri mótspæl

Mótspælið er ein týðandi men í undirvísingarhøpi ofta gloymdur partur av bridgespælinum. Annaðhvørt spæl sita tú og makkarin í mótspæli, og hava tit góðar avtalur og nýta vit og skil, er nógv at vinna í mótspælinum. Góðar bøkur eru skrivaðar um hendan partin av bridge. Ein bók, sum mær dámar væl, tí hon er greið og løtt at skilja, er bókin "How to Defend a Bridge Hand" skrivað av amerikanska bridgelæraranum William S. Root. Einasta avbjóðing við bókini er, at hon hevur meira enn 400 síður. Men hon er væl skipað í ymsar tættir av mótspælinum og skrivað í 10 pørtum. Mær dámdi so væl hesa bókina, at eg til stuttleika setti meg at týða hana, so vit her á landi eisini kunnu fáa gleði av henni og møguliga brúka hana, ella partar av henni, á onkrum bridgeskeiði. Enn eru bara tveir av teimum tíggju pørtunum í bókini týddir, men eg velji kortini at leggja teir út her, og vóni at onkur lesur og fær gagn av teimum. 

 

Bókin er býtt upp í hesar 10 partarnar:

1. Útspælið

2. Triðja hond

3. Útspøl seinni í spælinum

4. Aðrir mótspælsteknikkir

5. Onnur hond

6. Kall og avvísing

7. Markeringar

8. Trumfingar

9. Avkast og villleiðing

10. Aðrar mótspælsavtalur og blandaði spøl

 

 

Ymiskt lærutilfar um bridge

 

Danskt/føroyskt lesitilfar fyri nýbyrjarar: Lær bridge

"Bridge - må vi ha´ lov"? av Villy Dam týtt til føroyskt av Arnbirni Sivertsen: "Bridge - kom og spæl"!

Læruríkar greinar um spælføring:

 

 

Arnbjørn Sivertsen skrivar:

Tey seinastu árini hava vit í Bridgeskúlanum í Havn og í Kvøldskúlanum á Giljanesi brúkt felags norðurlendska frálærutilfarið "Nordisk Standard". Hetta er tilfar gjørt í fýra pørtum (bókum,) Spil Bridge 1, 2, 3 og 4. Higartil hava vit bara undirvíst í tí fyrstu bókini, og hava síðani eggjað næmingum til at fara í gongd at spæla í feløgunum og sjálvi arbeiða víðari við meldisystemi og spæliteknikki. Verður áhugi fyri tí, og vit sum undirvísa hava orku til tað, er ætlanin eisini at skipa fyri undirvísing í teimum næstu bókunum í komandi árum.

 

Fyri at ikki alt skal fara fram á donskum, havi eg gjørt powerpoint-talvur á føroyskum til hvørt kapittul í Spil Bridge 1 til øll at brúka. 

Kap. 1 - innleiðsla (intro) (pptx)

Kap. 2 - deilkontrakt, útgangur og slemm (pptx)

Kap. 3 - góð ella ring kort? (pptx)

Kap. 4 - víðari meldingar oman á 1NT (pptx)

Kap. 5 - opningsmeld 1 í liti og svarmeldingar (pptx)

Kap. 6 - onnur melding opnarans (pptx)

Kap. 7 - onnur melding svararans (pptx)

Kap. 8 og 9 - defensivurin, innmeldingar og upplýsingardupling (pptx)

Kap. 10 - sterkar opningshendur (pptx)

Kap. 11 - veikar opningshendur, sperrumeld (pptx)

Kap. 12 - mótspælssignal, kapping og meldikort (pptx)

 

Kap. 1 - 12:  Allar talvurnar at prenta út (pdf)