Bridgekapping er týskvøld í mai, juni og nakað inn í juli
Nýggja Bridgefelag skipar fyri opnari parakapping nøkur týskvøld hetta summarið í Bridgehúsinum. Spæld verða millum 20 og 28 spøl.
Spæligjaldið er kr. 50,- fyri hvønn spælara, ið skal gjaldast kontant. Helvtin av spæligjaldinum fer til vinningar.
Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi 1 tíma undan kappingini hjá:
Jóhanna Elisabeth, tel 21 14 02
Hava ikki í minsta lagi 4 borð teknað seg 1 tíma undan kappingini, verður hon avlýst, og tey, sum hava teknað seg, fáa boð um hetta við sms-boðum stundisliga.
Opið hús verður hesi kvøldini:
Týskvøldið 21. mai kl 19.00
Týskvøldið 28. mai kl 19.00
Týskvøldið 4. juni kl 19.00
Týskvøldið 11. juni kl 19.00
Týskvøldið 18. juni kl 19.00
Týskvøldið 25. juni kl 19.00
Týskvøldið 2. juli kl 19.00
Týskvøldið 9. juli kl 19.00
Øll eru vælkomin
Seinastu tíðindi

Sterkir norrmenn vunnu Tórshavnar Bridgefestival

Símun Lassaberg settur at samskipa landsliðsvenjingarnar hjá…

Landsliðsúttøka til European Small Federation Games
