Myndasavn


Leygardagin 20. apríl 2024 vóru seinastu dystirnir í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir Bridgehúsinum í Gundadali.
Liðið hjá Jóannes Mouritsen hevði undan seinastu tveimum dystunum vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu, og var avbjóðingin tískil at verja borg í seinastu umførunum.
Avgerðin fall longu í næstseinasta dystinum, tá liðið hjá Jóannes Mouritsen vann dystin móti liðnum hjá Dia & Kúllunum, sum endaðu á triðja plássinum. Liðið hjá Byggitilfar vann sær annaðplássið.
Liðið hjá Jóannes Mouritsen mannaðu: Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen og Bjarki Ellefsen.
Endaliga støðan í A-bólkinum í FM-kappingini fyri lið gjørdist hendan:
Jóannes Mouritsen | 99,33 |
Byggitilfar | 85,25 |
Dia & kúllarnir | 59,54 |
Rinkuhúsini | 25,88 |
B-bólkin vann liðið hjá Rútar 7, meðan liðið hjá Henriette Svenstrup spældu seg til eitt annaðpláss.
Endaliga støðan í B-bólkinum í FM-kappingini fyri lið gjørdist hendan:
Rútar 7 | 147,93 |
Henriette Svenstrup | 125,74 |
Hallur Ellingsgaard | 113,40 |
Snekkjurnar | 99,57 |
Jassarnir | 96,19 |
Blandaði Bomm | 92,16 |
Nærri útgreining av úrslitunum hjá A-bólkinum er at finna á heimasíðuni: Trýst her
Nærri útgreining av úrslitunum hjá B-bólkinum er at finna á heimasíðuni: Trýst her
Seinastu tíðindi

Liðið hjá Byggitilfar vann grundspælið í FM kappingini fyri…

FM-PØR-KVINNUR

Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr vunnu silvurkappingina
