Aftur til tíðindasavn

SUMMARBRIDGE

18 mai 2020

Maria og Marner vunnu

So fingu vit sett hol á aftur bridgespælið í Bridgehúsinum. Feløgini í Havn ætla sær at skipa fyri opnum parakappingum í Bridgehúsinum alt summar. Spælt verður hvønn sunnudag kl. 15-18 og hóskvøld kl. 19-22. Umframt ta vanligu kappingina, har eitt par vinnur hvørja ferð og bronsustig verða givin eftir tí vanliga stiganum, so er ætlanin, at øll sum møta upp og spæla fáa stig alt eftir, hvar tey enda í kappingini, sokallaði plaserings-stig. Tey aftastu fáa 1 stig, tey næstaftastu 2 stig o.s.fr.

Sunnudagin 17. mai møttu 6 pør. Spæld var ein 3 borðs parakapping við 20 spølum. Úrslitini í summarbridge-kappingini verða løgd út á heimasíðuna undir úrslit hjá Havnar Bridgefelag

http://resultater.bridge.dk/template/overview_club.php?mainclubno=7100&clubno=3

Her er úrslitið frá sunnudegnum 17. mai:

1. Maria V. Hansen - Marner Joensen                        57%
2. Mortan Sólheim Thomsen - Haldor Ellingsgaard   55%
3. Allan Dal-Christiansen - Oluf Müller                        52%
4. Jórun Johannesen - Arnbjørn Sivertsen                 52%
5. Marjun Restorff - Liss á Fjallinum                           46%
6. Mortan Rasmussen - Eli H. Andreasen                   38%

Støðan í plaseringsstigum:
Maria V. Hansen          6 stig
Marner Joensen          6 stig
Mortan S. Thomsen     5 stig
Haldor Ellingsgaard     5 stig
Allan Dal-Christiansen 4 stig
Oluf Müller                   4 stig
Jórun Johannesen       3 stig
Arnbjørn Sivertsen       3 stig
Marjun Restorff            2 stig
Liss á Fjallinum            2 stig
Mortan Rasmussen      1 stig
Eli H. Andreasen           1 stig

Øll tey, sum ikki standa á listanum, hava í løtuni 0 stig. Men tað er bara at møta upp hóskvøldið, so er í minsta lagi 1 stig tryggjað! Um væl vil til, og korona loyvir tí, er ætlanin at hava Summarbridge líka til 26. juli, sum er sunnudagurin undan ólavsøku. Tey, sum tá liggja ovast á stigatalvuni, kunnu væntað sær onkran góðan vinning frá Summarbridge-bólkinum. Støddin av vinninginum valdast, hvat kemur inn í spæligjaldi. Fleiri møta og gjalda, størri verður vinningurin. Spæligjaldið verður kr 30,- fyri hvønn spælara hvørja ferð.

Næsta Summarbridge verður hóskvøldið 21. mai kl 19. Møtið stundisliga!

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30