Aftur til tíðindasavn

Kunningarskriv frá FBS

26 apr 2020

FM fyri lið:

Vísandi til galdandi tilmæli um ikki at savnast í størri bólkum enn 10 persónar, er avgerð tikin um at einans finalan í FM kappingini fyri lið verður avgreidd, meðan hinir dystirnir í endaumfarinum eru avlýstir.

Í finaluni hittast liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Allan Dal-Christiansen. Í samráð við liðini er avgerð tikin um at FM finalan fyri lið verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin tann 16. mai 2020. Leikt verða 60 spøl (gjørt verður upp fyri hvørji 12 spøl), og byrja verður kl. 10.00. Spælt verður við skermum.

FBS kannar møguleikarnar fyri at fáa finaluna vísta á BBO, soleiðis at møguleiki verður hjá øllum áhugaðum at fylgja við hvussu leikur fer.  

 

FM fyri Pør:

FM-kappingin fyri pør skuldi eftir ætlan verið spæld í vikuskiftinum 17-18. apríl 2020. Miða verður ímóti at fáa hesa kapping avgreidda í ár, men orsakað av korona farsóttini er enn eitt sindur torført at siga júst nær kappingin verður. FBS fylgir gongdini og kunnað verður nærri viðvíkjandi hesi kapping tá dagførd tilmæli og tilráðingar frá myndugleikunum fyriliggja.    

Sum áður kunnað var ætlanin at vinnararnir og nr. 2 í FM-kappingini fyri pør í ár skuldu fáa møguleikan at luttaka í Tallin Bridge Festival. Orsakað av COVID19 farsóttini hava fyriskipararnir tikið avgerð um at avlýsa kappingina, og tískil verður tíverri ikki gjørligt at luttaka í hesi kapping.  

 

Altjóða kappingar:

Sum avleiðing av korona farsóttini eru flestallar altjóða kappingar, sum ætlandi skuldu verið leiktar í vár og í summar, avlýstar.

Hetta inniber at einasta altjóða kapping sum enn ikki er avlýst, og sum eitt føroyskt landslið ætlandi luttekur í, er European Small Federation Games, sum eftir ætlan verður leikt í Vilnius í døgunum 20-22. oktobur 2020.

FBS hevur tikið avgerð um at hesi pør umboða Føroyar í European Small Federation Games 2020: 

Dánjal Pauli Mohr – Árni M. Dam

Allan Dal-Christiansen – Pól Egholm

Bogi Simonsen – Arne Mikkelsen

Umframt altjóða royndir og úrslit í heimligu kappingunum, hevur FBS í sambandi við úttøkuna lagt dent á at talan er um pør ið hava spælt saman seinastu árini, og sum hava spælt regluliga – bæði í feløgum og í teimum kappingum, ið FBS hevur fyriskipa.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30