Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini verða leiktar í Norðurlandahúsinum komandi leygardag 16. mars 2024. Byrjað verður kl. 10.00.
Tey 4 liðini ið hava leikt seg í hálvfinalurnar eru hesi:
Byggitilfar:
(Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Magni Jøkladal, Pól Egholm)
Jóannes Mouritsen:
(Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen)
Dia og Kúllarnir:
(Dia Jacobsen, Eyðun Anthoniussen, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin, Rúni Mouritsen)
Jassarnir:
(Leivur Mohr, Jákup Sørensen, Viggo Johannesen, Heini Joensen)
Í hálvfinalunum og í finaluni verða spæld 28 spøl.
Skráin er hendan:
Kl. 09:50 – 10:00 Lutakast um hvussu leikt verður í hálvfinalunum
Kl. 10:00 – 11:40 Hálvfinalur, 1 hálvleikur
Kl. 11:40 – 12:10 Matarsteðgur – FBS bjóðar leikarunum mat í Norðurlandahúsinum
Kl. 12:10 – 13:50 Hálvfinalur, 2. hálvleikur
Kl. 14:00 – 15:40 Finala, 1. hálvleikur
Kl. 15.50 – 17:30 Finala, 2. hálvleikur
Spælt verður í hølinum “Norðurstova”
Fólk eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið at fylgja við hvussu leikur fer í hálvfinalunum og finaluni.