Aftur til tíðindasavn

Skúlabridge á Eiði

29 sep 2022

32 hugagóðir næmingar úr 5. - 7. flokki í Eiðis skúla høvdu bridge á tímatalvuni kl 12 til 14 tveir dagar á rað hesa vikuna, har tey sóu, hvat bridge var, og sluppu at royna spælið sjálvi

Tað er avmarkað, hvat tey kunnu læra eftir so stutta tíð, men hugurin og evnini at spæla kom týðiliga til sjóndar. Jan Eidesgaard, sum býr á Eiði og sjálvur hevur spælt bridge nøkur ár, fer í næstum at skipa fyri frálæru í bridge á Eiði. Longu mánadagin kl 18.00 í næstu viku bjóðar hann teimum ungu at spæla bridge í skúlanum. Tey vaksnu eru eisini vælkomin við. Í fyrstuni spæla tey Minibridge, men seinni fara tey eisini at læra, hvussu kortini skulu meldast og spælast. Jan vónar, at undirtøkan verður góð, og hvør veit, um ikki Eiðis Bridgefelag, sum hevði góðar dagar fyri nógvum árum síðani, men seinni legði saman við Eysturoyar Bridgefelag, skjótt verður endurstovnað?

Myndasavn

Lesihefti: "Bridge til tey ungu"

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30