Aftur til tíðindasavn

Tilmelding FM-lið

13 sep 2022

Eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, og fyrsta umfar í FM kappingini fyri lið verður leikt leygardagin 1. oktobur 2022.

Tilmelding til kappingina fer fram við at senda teldupost til bridge@bridge.fo.

Vinarliga tilskila navn á liði og navn á spælarum í sambandi við tilmelding.

Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin 28. septembur 2022.

Kostnaðurin fyri at luttaka í FM-kappingini fyri lið er 1.000 kr. + 100 kr. fyri hvønn leikara. Eru 4 spælarar á liðnum er kostnaðurin sostatt 1.400 kr.

(1.000 kr. + 400 kr.). Luttøkugjaldið skal rindast á konto nr. 9181-174.473.0 í seinasat lagi við kappingarbyrjan.

Vónandi fáa vit eina góða kapping við luttøku av mongum liðum. Í hesum sambandi verður mælt til at í mesta lagi 6 leikarar eru á hvørjum liði.

Listi yvir tilmeldaði lið er at finna her: https://bridge.fo/fm-lid

Kappingarskráin er at finna á hesi leinkju: https://bridge.fo/kappingar

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30