NM kappingin verður spæld í Finnlandi í døgunum 26.-29. mai
NM kappingin í Finnlandi skuldi upprunaliga spælast í fjør, men varð avlýst vegna farsóttina. Í staðin skipaði norska bridgesambandið tá fyri einari serligari Online NM kapping á Realbridge, har spæld varð liðkapping í opnum rað, kvinnurað, fyri blandað pør og fyri veteranar (62+). Føroyar høvdu lið við í hesari kappingini í øllum røðum uttan kappingini fyri blandað pør. Kappingin eydnaðist væl, og føroysku liðini vunnu øll nakrar dystir í part.
Til NM kappingina í Finnlandi sendir FBS einans liðið í opnum raði. Teir, sum eru tiknir út til hesa NM kappingina, eru: Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Heðin Mouritsen, Magni Jøkladal, Arne Mikkelsen og Oluf Müller (NPC).
Seinastu tíðindi

13. mai 2022
Føroyskt lið til NM

26. apr 2022
Eykaumboðsfundur

24. apr 2022
Liðið hjá Allan Dal-Christiansen eru føroyameistarar fyri lið

19. apr 2022