Aftur til tíðindasavn

Havnar Bridgefelag velur at spæla á netinum

01 nov 2021

Heldur enn at lata vera við at spæla bridge hóskvøldið, hevur Havnar Bridgefelag valt at spæla á realbridge.online í staðin.

Verandi støða, við so nógvum smittaðum við Corona í løtuni, ger, at nevndin í Havnar Bridgefelag metur tað ikki vera ráðiligt at spæla bridge í Bridgehúsinum komandi hóskvøld.

Nevndin, saman við kappingarleiðaranum, hevur í staðin gjørt av at spæla á Realbridge komandi hóskvøld. Hetta kvøldið verður spælt 5. umfar í kappingini, har møguleiki er at vinna luttøku á Reykjavík Bridgefestivali, sum verður síðst í januar 2022.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Havnar Bridgefelag velur at flyta kappingina út á internetið. Seinasta hóskvøld varð liðkappingin spæld á Realbridge og sigast má, at tað virkaði avbera væl.

Sjálvandi verður tað ongantíð tann sami hugnin tá limir ikki kunnu møtast "face to face", men hetta alternativið má to sigast at vera nógv betri enn alternativið, sum er at avlýsa/ útseta kappingina.

Leinkjan til login er her

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30