Aftur til tíðindasavn

Eitt spæl frá BBO

12 sep 2021

Tel stikkini.

Viðhvørt hevur tað týdning, at hugsa um, at vit bert skulu hava 10 og ikki 11 stikk

Vit velja at melda pass omaná 1sp eftir at makkarin hevur melda pass. Meldingarnar ganga síðani sum víst niðanfyri.

Útspælið er spar 7 til spar 10. Hvussu planleggja vit spælið?

Royn teg nú áðrenn tú lesur víðari :)

 

Loysnin:

Tel stikkini. Vit hava 1 í spari, 1 í rútara og 2 í kleyvara, so vit skulu bert hava 6 í hjartara. So her er talan um kross trumfingar. Tvs. vit royna at fáa fyri allar trumfirnar hvør sær.

Tá vit skulu krosstrumfa, er tað týdningarmikið at taka øll stykkini í síðulitunum fyrst. Vit taka tí fyrsta stikk við spar essið og spæla kleyvara til kongin. Vestan leggur lítlan og eystan kleyvar damu. Hvat nú?

Hvat hendir um vit spæla kleyvara aftur? Jú, eystan trumfar og spælur trumf aftur. Nú fáa vit bara 1 kleyvarastikk og hava bert 5 trumfir eftir. 2 á borðinum og 3 heima. Vit hava tí bert 6 hj. stikk og eitt stikk í hvørjum av hinum litunum. Tað er 9 og vit fara ein niður. Er nakað annað vit kunnu gera?

Vit hava ikki tørv á fleiri enn einum kleyvarastikki, um vit í staðin kunnu fáa 7 hjartarastikk. So í staðin spæla vit rútar ess, trumfa rútara trumfa spar, trumfa rútara, trumfa spar, trumfa rútara við hjartar damu og fáa til endans stikk uppá hjartara ess!

 

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30