Aftur til tíðindasavn

Suðuroyar Bridgefelag skipar fyri bridgeskúla

09 sep 2021

Týskvøldið 14. september kl 19.00 - 21.30 verður eitt sokallað introskeið í bridge í gistingarhúsinum í Øravík fyri øll tey, sum vilja vita eitt sindur um bridge og kanska hava hug at læra seg at spæla.

Marner Joensen og Arnbjørn Sivertsen verða gestir hetta kvøldið og leggja lag á.
 
Skráin er: 

1. Stutt prát um spælið
2. Mannagongdin - spælarar úr bridgefelagnum spæla eitt spæl, meðan ein av lærarunum greiðir frá
3. Vit spæla nøkur spøl og læra at taka stikk uttan trumf
KAFFI 
4. Lærarin greiðir frá um trumf
5. Vit spæla nøkur spøl við trumfi
6. Minibridge - telja honnørstig (um tíð verður til tað)
 
Næmingarnir fáa lesihefti (á føroyskum) um bridge við til hús. Hvussu bridgeskúlin síðan verður skipaður, frætta vit meira um seinni.

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30