Aftur til tíðindasavn

Silvurkapping

27 jan 2021

Árliga silvurkappingin hjá FBS verður í ár leikt í Bridgehúsinum í Gundadali Leygardagin 6. februar 2021, kl. 12.00

Spæld verða á leið 42 spøl og vinningar verða lætnir til 3 tey fremstu pørini.

Tilmelding til kappingina fer fram við at trýsta á hesa leinkju. Trýst her.

Herumframt er møguligt at melda til kappingina við at senda teldupost til bridge@bridge.fo

Eisini er møguleiki fyri at boða frá luttøku hjá nevndarlimunum í FBS á telefon 230 435 (Arne), 744 270 (Dia) ella 216 453 (Oluf).

Seinasta freist at tekna seg til kappingina er hósdagin 4. februar 2021, kl. 16.00.

Spæligjaldið er 100 kr. fyri hvønn spælara.

NB! Um so er at tað orsakað av covid-19 smittustøðuni ikki verður mett ráðiligt at spæla kappingina, tilskilar FBS sær rætt til at avlýsa. Møgulig avlýsing verður fráboða á heimasíðuni www.bridge.fo

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30