Aftur til tíðindasavn

Bridge: Havnar Bridgefelag er føroyameistari fyri feløg

28 nov 2020

Føroyameistarakappingin fyri feløg varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 28. november2020. Kappingin er skipað soleiðis, at limafeløgini kring landið undir Føroya Bridgesambandi kappast innanhýsis um FM-heitið. 

Á liðnum hjá Havnar Bridgefelag leiktu: Jákup Hjaltalin, Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen.

 

Í kappingini hesuferð luttóku 4 lið: Eysturoyar Bridgefelag við tveimum liðum, Havnar Bridgefelag og Nýggja Bridgefelag.

Øll liðini leiktu ein dyst móti hvørjum øðrum. Í hvørjum dysti vórðu leikt 20 spøl. Sostatt skuldu leikast í alt 3umfør á 20 spøl, og tann sum tá var fremstur gjørdistføroyameistari.

Úrslitini vóru hesi:

Umfar 1:

Eysturoyar Bridgefelag 1 – Nýggja Bridgefelag
12,76 – 7,24
Havnar Bridgefelag – Eysturoyar Bridgefelag 2
20,0 – 0,0
 

Umfar 2:

Nýggja Bridgefelag – Eysturoyar Bridgefelag 2
8,66 – 11,34
Eysturoyar Bridgefelag 1 – Havnar Bridgefelag
3,07 – 16,93
 

Umfar 3:​​

Havnar Bridgefelag – Nýggja Bridgefelag
14,39 – 5,61
Eysturoyar Bridgefelag 2 – Eysturoyar Bridgefelag 1
15,28 – 4,72

Endastøðan gjørdist hendan:

1. Havnar Bridgefelag​​            51,32 stig
2. Eysturoyar Bridgefelag 2​   ​26,62 stig
3. Nýggja Bridgefelag​​            21,51 stig
4. Eysturoyar Bridgefelag 1​​   20,55 stig

 

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30