Aftur til tíðindasavn

Kunnungarskriv

28 feb 2020

Tallin Bridge Festival

Í ár fáa vinnararnir og nr. 2 í FM-kappingini fyri pør møguleikan at luttaka í Tallin Bridge Festival, sum verður leikt í Tallin í Estlandi í døgunum 23-26. apríl 2020.

Kappingin byrjar við eini Invitational Pairs parakapping, har FBS hevur tryggja sær 2 pláss. Síðani verður leikt ein liðkapping, Towns Cup, og at enda verður leikt ein Open Pairs parakapping.

Sí meira um hesa kapping, trýst her.

 

Bridge Forest Trophy

Sum liður í fyrireikingunum til European Small Nations kappingina í heyst luttekur eitt landslið í Bridge Forest Trophy kappingini í Goluṅ í Pólandi (uttanfyri Gdansk). Talan er um eina liðkapping, har leikt verða 160 spøl. Kappingin verður leikt í døgunum 15-17. mai 2020.

Sí meira um hesa kapping, trýst her.

 

European Small Federation Games

Eitt føroyskt landslið luttekur í European Small Federation Games, sum í ár verður leikt í Vilnius í Litauen í døgunum 20-22. oktobur 2020. 

Sí meira um hesa kapping, trýst her.

 

Kjördæmamótið

Kjördæmamótið 2020 verður sum áður kunnugt leikt á Akureyri (Norðurlandi-eystra) í døgunum 16-17. mai 2020.

Heitt verður á øll ið hava hug at luttaka í hesi kapping um at boða FBS frá við telduposti til bridge@bridge.fo í seinasta lagi 15. mars 2020. Hópurin verður kunngjørdur 1. apríl 2020.

Eins og undanfarin ár er egingjaldið ásett til kr. 3.000 pr. persón, meðan FBS rindar restkostnaðin. Um so er at einakamar ynskist rindar ein sjálv/ur munin. Egingjaldið skal rindast á konto 9181-1744730 í Betri Banka í seinasta lagi mánadagin 6. apríl 2020.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30

22. mar 2024

FM-Blandað Pør - AVLÝST