Aftur til tíðindasavn

Bridgeskúli i Klaksvík byrjar 05. nov.

11 okt 2019

Hug at læra um Bridge ?

Myndasavn

Bridgeskúli verður í Klaksvík í vetur. Byrja verður týsdagin 5. novembur kl. 19.00 - 21.45. Til ber at melda seg til undirvísingina via heimasíðuni hjá Klaksvíkar kvøldskúla. trýst her !

Øll eru vælkomin

Tímir tú at spæla kort. Hevur tú hug at royna hetta spennandi og avbjóðandi kortspælið, so ber til at læra tað.

Klaksvíkar Bridgefelag og Føroya Bridgesamband skipa fyri undirvísing í bridge í vetur í Klaksvík. Øll kunnu læra tað, men tó er best, at luttakararnir hava hildið kortum áður. Tað kann verða møtimikið, um man als ikki hevur spælt kort áður, td. whist, amerikanu, sjavs ella líknandi.

Les meira um skúlabridge - trýst her

Skrivað: Jens Pauli G. Nolsøe

Seinastu tíðindi

21. mai 2020

Summar­bridge

18. mai 2020

Balli og teir vunnu

18. mai 2020

SUMMAR­BRIDGE

15. mai 2020

Summar­bridge