Aftur til tíðindasavn

STEYPAKAPPING

17 nov 2022

Eins og undanfarnu árini hevur FBS tikið avgerð um at skipa fyri eini steypakapping. Kappingin verður skipað eftir hesum høvuðsleisti:

  • Spælarar skulu hava goldið limagjald í einum føroyskum bridge felag kappingarárið 2022/23
  • Øll hava møguleika fyri at melda lið til kappingina, óansæð luttøku í øðrum FBS kappingum.
  • Um spælari fær forfall er møguleiki fyri at nýta ein substitut ið ikki umboðar ella hevur umboða annað lið í kappingini.
  • Spælt verður eftir steypaskipanini, har vinnandi liðið heldur fram í kappingini meðan tapandi liðið er útsligið.
  • Í øllum dystum til og við fjórðingsfinalurnar verða leikt 32 spøl (gjørt kann verða upp fyri hvørji 8 spøl).
  • Allir dystir fram til hálvfinalunar verða avgreiddir innanhýsis millum tey lið, sum við lutakasti trekkja hvørt annað.
  • Heimaliðið ásetir spælistað, meðan liðskipararnir semjast um dagfesting og tíðspunkt. Møguleiki er fyri at leika dystirnar í Bridgehúsinum í Gundadali eftir nærri avtalu við húsanevndina.
  • Fæst ikki innanhýsis semja um nær dystur skal leikast, skal kappingarleiðarin í FBS hava boð um hetta í góðari tíð. Kappingarleiðarin tekur síðani avgerð um nær dysturin skal leikast. Lið, ið ikki møtir til dyst ásettan av kappingarleiðaranum tapir uttan dyst.
  • Eftir loknan dyst hevur heimaliðið skyldu til at senda úrslitið til FBS á teldupostadressu bridge@bridge.fo. Úrslitið skal vera váttað av báðum liðskiparum.

Tilmelding og luttøkugjald: Tilmelding til kappingina fer fram her: Trýst her

Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 28. november 2022 klokkan 16.00. Luttøkugjaldið er 400 kr. fyri liðið og skal vera rindað á konto nr. 9181 174.473.0 í Betri Banka í seinasta lagi 28. november 2022.

 

Kappingarskrá: Treytað av hvussu nógv lið luttaka í kappingini verður skráin hendan:

29. novembur 2022: Lutakast til fyrsta umfar verður í Bridgehúsinum

31. desembur 2022:  Úrslitini fyri fyrsta umfar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi

7. januar 2023: Lutakast til annað umfar verður í Bridgehúsinum

31. januar 2023 Úrslitini fyri annað umfar skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi

4. februar 2023 Lutakast til fjórðingsfinalur verður í Bridgehúsinum

28. februar 2023 Úrslitini av fjórðingsfinalunum skulu vera FBS í hendi í seinasta lagi

18. mars 2023 Hálvfinalur og finala verða leiktar í Norðurlandahúsinum

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30

22. mar 2024

FM-Blandað Pør - AVLÝST