Aftur til tíðindasavn

Small Federation Games í Larnaca

13 sep 2022

Føroya Bridgesamband hevur tikið avgerð um at eitt føroyskt landslið luttekur í 14th European Small Federation Games. Kappingin verður leikt í Larnaca, Kypern, í døgunum 1 - 3. novembur 2022.

FBS arbeiðir við at seta ein landsliðsvenjara, men enn er hetta arbeiði ikki komið á mál. Tískil hevur FBS vent sær til limafeløgini um at manna eina úttøkunevnd, ið fær til uppgávu at standa fyri úttøkuni av landsliðnum til hesa kappingina. Í úttøkunevndini er eitt umboð frá hvørjum av limafeløgunum undir FBS.

Føroya Bridgesamband vil við hesum heita á pør, sum hava áhuga í at luttaka í Small Federation Games kappingini í Larnaca, um at boða bridgesambandinum frá við at senda ein teldupost til bridge@bridge.fo í seinasta lagi mánadagin 10. oktobur 2022.

Meiri kunning um kappingina, herundir spæliskrá og reglulig dagføring av úrslitum, verður at finna á hesi leinkju hjá Evropiska bridgesambandinum:

http://www.eurobridge.org/2022/07/18/ebl-small-federations-games-2022/

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30