Aftur til tíðindasavn

Bridgeskeið í kvøldskúlanum veturin 2022-23

26 aug 2022

Tilmelding til skeiðini í Tórshavnar Kvøldskúla fer fram á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum frá 29. august til 4. september 2022. Lýst verður seinni, nær tilmelding er til skeiðini í Klaksvík, á Giljanesi og møguliga aðrastaðni eisini

Skeið fyri byrjarar í Havn

Mánakvøld í Bridgehúsinum kl 19.00 til 21.30

Lesihefti: 
Bridge til tey ungu / Minibridge
Eitt grundskeið í bridge
Spæliteknikkur - spælføring og mótspæl

Vit læra bridge frá grundini av. Tey fyrstu kvøldini spæla vit Minibridge, har vit læra mannagongdina í spælinum, at meta um eina korthond, at taka og telja stikk og at føra ein einfaldan roknskap. Síðan fara vit í gongd við teir 11 kapitlarnar í grundskeiðnum, har vit eisini læra at melda kortini. 

Lærarar: Maria V. Hansen og Arnbjørn Sivertsen

Leinkjur til kvøldskúlan í Havn:
Tilmelding til skeið fyri byrjarar  
Vegleiðing

 

Framhaldsskeið í Havn

Mikukvøld í Bridgehúsinum kl 19.00 til 21.30

Lesihefti: 
Framhaldsskeið fyrsti partur (endurtøka og skipanarkort)
Framhaldsskeið annar partur (vit opna og stuðla í major)
Framhaldsskeið triðji partur (slemmáhugi)
Framhaldsskeið fjórði partur (kappingin um kontraktina)
Spæliteknikkur - spælførarin
Duplingar
Eitt skeið í mótspæli fyri royndar spælarar

Afturat hesum er ein hópur av seravtalum á føroyskum, sum næmingarnir sjálvir kunnu velja burturúr. Seravtalur.

Eitt vanligt kvøld spæla vit fyrst nøkur spøl (uml. 2 tímar) og nýta tann síðsta hálva tíman til prát, teori og at eftirmeta spølini á talvuni. Viðhvørt eru spølini tilvildarlig, og aðrar tíðir eru spølini løgd frammanundan eftir tí tema, sum vit ætla at læra.

Tað er upp til tann einstaka, hvussu nógv hann hevur hug at lesa. Prátað verður eisini um bridgebøkur, sum kunnu viðmælast og fáast til keyps á netinum.

Lærari: Arnbjørn Sivertsen

Leinkjur til kvøldskúlan í Havn:
Tilmelding til framhaldsskeið  
Vegleiðing

 

Bridge í kvøldskúlanum í Klaksvík

Nærri kunning fæst við at seta seg í samband við Símun Lassaberg: slassaberg@gmail.com

 

Bridge í kvøldskúlanum á Giljanesi

Nærri kunning fæst við at seta seg í samband við Jákup Egholm: jakupegholm1947@gmail.com

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30

22. mar 2024

FM-Blandað Pør - AVLÝST