Aftur til tíðindasavn

FM pør: Per og Jóannes vunnu!

03 apr 2022

Tá ið øll 13 umførini og tey 78 spølini vóru leikt, løgdu Per Kallsberg og Jóannes Mouritsen seg fram á fyrsta plássið og vunnu FM kappingina fyri pør 2021/22.

Spenningur var til tað síðsta millum trý pør - Pól Egholm/Símun Lassaberg, Magni Jøkladal/Heðin Mouritsen og Per Kallsberg/Jóannes Mouritsen. Áðrenn síðsta umfar lógu Pól og Símun fremstir við 118 stigum. 21 stig aftan fyri lógu Per og Jóannes á øðrum plássi, og 42 stig vóru niður til Magna og Heðin á triðja plássi. Símun og Pól fingu í síðsta umfari harða mótstøðu ímóti Oddmari Danelsen og Ingibjørg Dam Hansen og skoraðu –10. Í hesum síðsta umfarinum leiktu pørini á øðrum og á triðja plássi móti hvør øðrum, og Pól og Símun kundu bara vóna, at hesin dysturin endaði nøkulunda javnur, ella at Magni og Heðin vunnu. Men so varð ikki. Per og Jóannes fingu +18, og tað var nóg mikið hjá teimum til at yvirhála Pól og Símun og vinna gull. Hetta er 8. ferðin, at Jóannes vinnur FM parakappingina, og 4. ferðin, Per vinnur hana. Í 1992 vóru Per og Jóannes makkarar og vunnu FM parakappingina saman.

Úrslitið (pør yvir miðal)

Spøl og úrslit FM par 2022

Myndir

Vinnarar FM pør

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30

22. mar 2024

FM-Blandað Pør - AVLÝST