Aftur til tíðindasavn

Norðurlandameistarakapping í Finnlandi

25 mar 2022

Norðurlandameistarakappingin fyri lið verður leikt í Kuopio í Finnlandi í døgunum 26-29. mai 2022.

FBS hevur tikið avgerð um at senda eitt landslið til hesa Norðurlandameistarakappingina.

Væntandi koma 3 pør at manna landsliðið til hesa kapping – tó er endalig støða enn ikki tikin hesum viðvíkjandi.

Umframt altjóða royndir og úrslit í heimligu kappingunum, leggur FBS í sambandi við úttøkuna dent á at talan er um pør ið hava spælt saman gjøgnum eitt tíðarskeið, og sum hava spælt regluliga – bæði í feløgum og í teimum kappingum, ið FBS hevur fyriskipa.

Roknast skal við, at tey pør ið vísa áhuga fyri at manna landsliðið til hesa kapping, koma at venja regluliga á RealBridge og/ella BBO umleið tvær ferðir um vikuna, í tíðarskeiðnum fram til kappingarbyrjan.

FBS vil við hesum heita á pør, sum hava áhuga í at manna landsliðið til Norðurlandameistarakappingina í Finnlandi í døgunum 26-29. mai 2022 um at boðað FBS frá við at senda teldupost til bridge@bridge.fo í seinasta lagi mikudagin 30. mars 2022.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30