Aftur til tíðindasavn

FM-Lið

19 nov 2021

Kunning um, hvussu spælt verður leygardagin

Sum øllum kunnugt, so hevur nevndin í FBS gjørt av, at komandi 3 umførini í FM kappingini fyri lið verður avgreitt á RealBridge í morgin leygardagin 20. nov. 2021.

Avtala er gjørd við RealBridge, at tað fer at bera til at hyggja meðan spælt verður leygardagin. Tó verður ein seinking á 20 minuttir. Soleiðis verður tað eisini tryggja, at einki spæl verður víst fyrr enn øll 8 borðini eru liðug at spæla tað.

Eitt sindur av kunning um, hvussu kappingin verður skipa

Tit koma inn á kappingina via leinkjurnar niðanfyri:

12:00 - 14:20 Fyrsti dystur - umfar 4

14:30 - 16:50 Annar dystur - umfar 5

17:20 - 19:40 Triðji dystur - umfar 6

Vinarliga setið tykkum við borðið merkt við navninum á tykkara liðið. Tit verða automatiskt flutt til tykkara mótstøðulið, tá byrja verður.

Kappingin er skipa soleiðis at ein alertar egin meld. Tað gera tit við at trýsta á "Alert" og samstundis skriva eina stutta frágreiðing um meldið.

Spælt verður við skermum. Tað merkir, at tit síggja bert annan mótstøðumannin/kvinnuna og kunnu frítt tosa við hann/ hana uttan at hini báðir spælararnar við borðið hoyra ella síggja tykkum.

Tað ber væl til at koma inn á leinkjurnar longu nú. So til tykkum, sum ikki hava roynt hetta fyrr: Tit eru vælkomin at fara inn at royna um video og ljóð virkar sum tað skal hjá tykkum :-)

Vegleiðingar til RealBridge

Logga á og set teg við eitt borð

Melda og spæl á RealBridge

Finn úrslit frá kappingum

Soleiðis kanst tú ugla á RealBridge

Um tú ynskir at ugla kanst tú gera tað við at fara inn her

Um tú hevur trupulleikar við onkrum ert tú vælkomin at ringja til Símun á 504741

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30