Aftur til tíðindasavn

Small Federation Games í Vilnius

10 sep 2021

Føroyska bridgelandsliðið luttekur í 13th European Small Federation Games. Kappingin verður leikt í Vilnuis, Litauen, í døgunum 28 – 30. september 2021.

Orsakað av covid-19 støðuni hava fyrireikararnir við lutfallsliga stuttum skotbrái tikið endaliga avgerð um at halda kappingina. Hetta var eisini orsøkin til at FBS í skrivi dagfest 22. august 2021 heitti á pør, sum høvdu áhuga í at luttaka í kappingini, um at boða FBS frá í seinasta lagi í dag, 10. september 2021.

Nú freistin er úti hava 3 pør boða FBS frá at tey eru áhugaði í at luttaka í kappingini. Tískil hevur FBS gjørt av at hesi 3 pørini koma at manna Føroyska bridgelandsliðið í European Small Federation Games 2021:

Dánjal Pauli Mohr – Árni M. Dam

Símin Lassaberg – Pól E. Egholm

Arne Mikkelsen – Egil Sondum

Meiri kunning um kappingina, herundir spæliskrá og reglulig dagføring av úrslitum, verður at finna á hesi leinkju hjá Evropiska bridgesambandinum:

http://db.eurobridge.org/Repository/competitions/21Vilnius/microSite/Information.htm

 

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. mar 2024

FM-Blandað Pør

18. mar 2024

Bridge: Byggitilfar er steypavinnari 2024

12. mar 2024

Íslendskur sigur í bridgekapping í Havn

11. mar 2024

Steypakappingin Hálvfinalur og finala