Aftur til tíðindasavn

Skúlarnir kappast á Giljanesi

03 mar 2021

Bridgeskúlanæmingarnir í Vágunum fingu vitjan av einum liði úr Bridgeskúlanum í Havn týskvøldið. Spældur var ein liðdystur við 14 spølum

    Bridge er ikki bara kortspæl og kapping! Tann sosiali parturin hevur eisini stóran týdning -  tað at koma út at hitta fólk og hugna sær saman. Ikki tí - tá ið Bogi skipaði fyri liðdysti millum bridgeskúlan í Vágum og bridgeskúlan í Havn týskvøldið í skúlanum á Giljanesi, vóru øll líka spent og ætlaðu sær at vinna dystin.

    Hugskotið til dystin kom eitt hóskvøld, tá ið fleiri komu úr Vágunum til Havnar at spæla í tí serliga raðnum fyri nýggjar spælarar, sum Havnar Bridgefelag í nakrar vikur hevur skipað fyri. Vit nevna hetta Hugnadeildin og sigast má, at teir nýggju spælararnir hava tikið væl undir. Vanliga eru vit 3 ella 4 borð í Hugnadeildini, og komu øll somul í senn okkurt kvøldið, vóru vit 5 ella 6 borð.

    Brøðurnir Erhard og Herálvur Jacobsen og vinkonurnar Ingun Joensen og Diana Magnusdóttir spældu fyri Vágar. Á havnarliðnum vóru Oluffa undir Kletti, Jóhanna Elisabeth Dam, Súni Poulsen og Birita Clementsen. Øll hesi hava trúliga og íðin møtt til frálæru allan vetur, har Bogi Simonsen, undirritaði og fleiri aðrir bridgespælarar hava hjálpt til og lagt teimum lag á.

    Bogi hevði hesar viðmerkingarnar um dystin:

    ”Mær dámdi sum heild væl dystin. Tá ið vit hugsa um, at tað eru næmingar, haldi eg, at støðið er gott. Tey duga væl at opna og svara í meldingunum, og tað liggur eisini væl fyri at spæla kortini bæði í spælføring og í mótspæli.. Eitt, sum ikki var heilt í topp, vóru tær defensivu meldingarnar - innmeldini. Tey vóru ov bangin fyri at melda inn. Hetta er nakað, tey skulu leggja seg eftir at bøta um."

    Vøkur orð frá einum bridgespælara, sum hevur vunnið fleiri kappingar enn nakar annar føroyingur, og eisini hevur spælt flestar landsdystir í bridge fyri Føroyar.

    Bridgeárið fer nú at halla, og vit eru farin at hugsa um, hvussu verður við frálæru í bridge komandi tíðina. Okkara dreymur er, at vit longu næsta ár ikki bara halda fram við bridgeskúla í Vágum og í Havn, men eisini fáa gongd á aðrastaðni í landinum. Áhugi er eitt nú í Klaksvík, í Fuglafirði, í Runavík og á Sandoynni at fáa bridge við í kvøld-skúlarnar. Hvør veit, um vit um hetta mundið næsta ár fara at hava eina stóra skúlakapping, har nýggir spælarar úr øllum landinum hittast at spæla bridge?

    Livst so spyrst!

- Arnbjørn skrivar.

Spøl og myndir úr dystinum: Arnbjørn bloggar - "Ársins dystur á Giljanesi"

 

 

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30

22. mar 2024

FM-Blandað Pør - AVLÝST