Aftur til tíðindasavn

Óbroytt í oddinum í FM kappingini fyri lið

23 feb 2021

Leygardagin 20. februar 2021 vóru 10. og 11. umfar av FM kappingini fyri lið leikt á Seglloftinum á Tvøroyri. Liðið hjá Dánjal Paula Mohr hevur avrikað væl og støðugt í ár og hevur síðani fjórða umfar ligið á fyrsta plássinum, meðan liðini hjá Allan Dal-Christiansen og Boga Simonsen hava ligið á ávikavist øðrum og triðja plássi.

Umførini hetta vikuskiftið høvdu ikki stórvegis broytingar við sær í oddinum, tó at liðini hjá Allan Dal-Christiansen og Boga Simonsen nú eru at kalla jøvn á øðrum og triðja plássi. Eisini tók liðið hjá Danny Danielsen seg fram um liðið hjá Salomon Johansen og liggur nú á fimta plássi.

 

Úrslitini hetta vikuskiftið vóru hesi:

Umfar 10:
Oddmar Danielsen – Danny Danielsen          8,92 – 11,08
Dánjal Pauli Mohr – Suðuroyar Bridgefelag  16,80 –  3,20
Allan Dal-Christiansen – Jassarnir                 14,94 – 5,06
Bogi Simonsen – Salomon Johansen            19,41 – 0,59

Umfar 11:
Bogi Simonsen – Oddmar Danielsen             15,28 –   4,72
Salomon Johansen – Allan Dal-Christiansen   2,94 – 17,06
Jassarnir – Dánjal Pauli Mohr                          1,99 – 18,01
Suðuroyar Bridgefelag – Danny Danielsen      3,48 – 16,52
 

Støðan eftir fyrstu 11 umførini er hendan:
1.     Dánjal Pauli Mohr                                    187,49 stig
2.     Allan Dal-Christiansen                             168,44 stig
3.     Bogi Simonsen                                         166,75 stig
4.     Oddmar Danielsen                                     91,28 stig
5.     Danny Danielsen                                        89,99 stig
6.     Salomon Johansen                                   76,80 stig
7.     Suðuroyar Bridgefelag                              55,75 stig
8.     Jassarnir                                                    43,50 stig

Kappingin er í ár skipað soleiðis, at øll liðini spæla 2 dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør, og tann, sum tá er fremstur, verður føroyameistari.

Seinastu 3 umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 27. mars 2021. Tá verða innanhýsis uppgerðir millum tey fremstu liðini.  

Steypakappingin:
Nú er komið til hálvfinalurnar í steypakappingini. Á Tvøroyri varð trekt lut um, hvørji lið skulu møtast í hálvfinalunum. Lutakastið háttaði seg soleiðis, at hesi lið møtast í hálvfinalurnum:

Mortan Sólheim Thomsen - Vinnari Henriette Svenstrup / Egil Sondum
Robert Langgaard - Bogi Simonsen
 

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini verða leiktar 13. mars 2021.

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

09. apr 2021

Tilmelding FM-Pør

07. apr 2021

Summar­bridge

07. apr 2021

Norð­urlandameistarakapping – Online

28. mar 2021

Føroyameistarar!