Vísandi til støðuna við ókendum smittukeldum innanlands í Føroyum og herdu tilmælini um m.a. frástøðu og savnan av óskipaðum bólkum, hevur FBS tikið avgerð um at útseta umførini í FM kappingini fyri lið, sum ætlandi skuldu verið leikt leygardagin 16. januar 2021.
Miðað verður fyribils ímóti at hesi umfør verða leikt leygardagin 30. januar 2021. Tó við fyrivarni fyri at hetta verður mett ráðiligt við atliti til smittustøðuna.
Vinarliga
FBS
Seinastu tíðindi

19. jan 2021
FM-Veteranar

09. jan 2021
FM Lið útsett

08. jan 2021
Framhaldsskeið

05. jan 2021