Aftur til tíðindasavn

Kom og spæl bridge í Havnar Bridgefelag

05 jan 2021

Góði Bridgespælari

So er nýtt at frætta frá Havnar Bridgefelag

Vegna støðuna við korona í løtuni hava vit í Havnar Bridgefelag gjørt av at útseta kappingina hóskvøld til 21. januar 2021

Ætlanin er at hava eina kapping, sum koyrir yvir 4 kvøld. Alt eftir, hvussu nógv tekna seg verður miðja eftir, at spælt verður í tveimum styrkisuppdeildum rekkjum.

Leinkja at melda til Trýst her

Spælt verður barometur øll kvøldini við maskinblandaðum kortum, soleiðis at eingin spælir kort, sum onnur hava spælt frammanundan.

 

Seinasta freist at tekna seg til kappingina er mikudagin 20. januar kl. 12.00

 

7. & 14. januar er ætlanin at skipa fyri einari kapping inni á Realbridge í staðin.Vónandi verður undirtøkan góð.

Tað er ikki neyðugt at melda til hesa kappingina frammanundan. Tit skulu bara trýsta á leinkjuna omanfyri og tasta tykkara navn inn í teigin "Full Name" og siðani trýsta á "Login".

Byrja verður kl. 19.00 hóskvøldið.

(leggið vinarliga til merkis, at fyri at spæla við í hesari kappingini er neyðugt at hava bæði microfon og webcamera).

Leinkja til at kanna um kamera og ljóð riggar

https://play.realbridge.online/camera.html

 

Kom og spæl

Øll eru vælkomin

Kostnaður 50,- pr. kvøld pr. persón

Kaffilistin verður gjørdur 20. januar 2021

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30

22. mar 2024

FM-Blandað Pør - AVLÝST