Aftur til tíðindasavn

Bridge er aftur á breddanum

01 nov 2020

Eins og samfelagið, so fór eisini bridge-virksemi her heima niður í ferð í vár. Nú tað í eina tíð hava verið útlit fyri at vit her heima hava haft tamarhald á smittuútbreiðsluni, tóku vit í bridgesambandinum avgerð um aftur at seta ferð á heimliga bridge-virksemi.

 

Magni Jøkladal og Símun Lassaberg føroyameistarar fyri pør

Lagt varð til brots vikuskiftið 23/24 oktober 2020 við FM kappngini fyri pør, har 19 pør luttóku. Ein kapping sum upprunaliga skuldi verið endabresturin á kappingarárinum 2019/2020, men sum tá avtornaði gjørdist byrjanin til kappingarárið 2020/2021.

Fríggjakvøldið vóru tað serliga Rói á Rógvu Joensen og Heðin Mouritsen sum gjørdu seg galdandi, og tá farið varð til húsa hetta kvøld høvdu teir lagt seg á odda við 87 stigum. Á øðrum og triðja plássi lógu Robert Langgaard-Árant Berjastein og Dánjal Pauli Mohr-Árni M. Dam við ávikavist 44 og 34 stigum.

Ein langur leygardagur hevði við sær at onnur pør eisini gjørdu seg galdandi. Av hesum skaraðu Magni Jøkladal-Símun Lassaberg og Per Kallsberg-Jóannes Mouritsen framúr. Seinastu umførini stóð FM-heitið millum 3 pør: Dánjal Pauli Mohr-Árni M. Dam, Per Kallsberg-Jóannes Mouritsen og Magni Jøkladal-Símun Lassaberg. Endaliga úrslitið gjørdist at Magni Jøkladal-Símun Lassaberg gjørdust føroyameiatarar fyri pør 2019/20 við 147 stigum, meðan Per Kallsberg-Jóannes Mouritsen gjørdust nr. 2 við 142 stigum og Dánjal Pauli Mohr-Árni fingu triðja plássið við 117 stigum.

FM-Lið:

Leygardagin 31. oktober 2002 var Gundadalur karmur um fyrstu umførini í FM-kappingini fyri lið. Hetta kappingarárið eru 8 lið við í kappingini, sum er skipaðsoleiðis at øll spæla 2 dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør og tann sum tá er fremstur verður føroyameistari. Úrslitini í fyrstu trimum umførunum vóru hesi:

Umfar 1:

Dánjal Pauli Mohr – Oddmar Danielsen
19,65 – 0,35
Danny Danielsen – Allan Dal-Christiansen
0,35 – 19,65
Suðuroyar Bridgefelag – Bogi Simonsen
2,68 – 17,32
Jassarnir – Salomon Johansen
2,94 – 17,06
 

Umfar 2:

Oddmar Danielsen – Salomon Johansen
12,98 – 7,02
Bogi Simonsen – Jassarnir
19,49 – 0,51
Allan Dal-Christiansen – Suðuroyar Bridgefelag
20,0 – 0,0
Dánjal Pauli Mohr – Danny Danielsen
18,12 – 1,88
 

Umfar 3:​​

Danny Danielsen – Oddmar Danielsen
16,38 – 3,62
Suðuroyar Bridgefelag – Dánjal Pauli Mohr
3,07 – 16,93
Jassarnir – Allan Dal-Christiansen
0,0 – 20,0
Salomon Johansen – Bogi Simonsen
0,0 – 20,0
 

Støðan eftir fyrstu 3 umførini er hendan:

1. Allan Dal-Chriatiansen​​ 59,65 stig
2. Bogi Simonsen​​ ​56,81 stig
3. Dánjal Pauli Mohr​​b54,70 stig
4. Salomon Johansen​​ 24,08 stig
5. Danny Danielsen​​​ 18,61 stig
6. Oddmar Danielsen​​ 16,95 stig
7. Suðuroyar Bridgefelag​​ 5,75 stig
8. Jassarnir​​​ 3,45 stig


Komandi 3 umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 14. november 2020 og byrja verður kl. 12.00.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

15. nov 2020

Jóla­kapping í Havnar Bridge­felag

15. nov 2020

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr hevur lagt seg á odda í FM kapping­ini…

13. nov 2020

Steypakapping

11. nov 2020

Tilmelding FM-Feløg