Í lýsingini um FM fyri pør 2020 var kunnað, at seinasta freist at tekna seg til kappingina er í dag mikudagin 21. oktober. Klokkutíðin kom av misgáum ikki við í lýsingina. Freistin at tekna seg er úti kl 18.00 í kvøld.
Spæligjaldið er 200 kr fyri hvønn spælara og skal gjaldast, áðrenn kappingin byrjar kl 19.00 fríggjakvøldið 23. oktober. Við í gjaldinum er kaffi og kaka báðar spælidagarnar. Gjaldast kann við reiðum pengum í durinum í Bridgehúsinum frá kl 18.45, áðrenn kappingin byrjar, og flytast kann eisini á konto hjá FBS. Kontonummarið er: 9181 - 174.473.0
Kvittan fyri flytingina skal vísast, áðrenn byrjað verður at spæla.
Kappingarreglur, skrá og startlisti
Tilmeldingarfreistin er nú farin. 19 pør hava teknað seg, og spælt verður í einum 10 borðsraði við yvirsitara, 5 spøl hvørja rundu. Spæliskráin er henda:
Fríggjakvøld 23. oktober
Klokkutíðir
18.45 : Skráseting/spæligjald
19.00 : Vælkomin. Kappingarleiðarin hevur orðið.
1. runda, spæl 1-5
2. runda, spæl 6-10
Barometersteðgur
20.25 : 3. runda, spæl 11-15
4. runda, spæl 16-20
Barometersteðgur
21.50 : 5. runda, spæl 21-25
6. runda, spæl 26-30
Leygardagur 24. oktober
Klokkutíðir
10.00 : 7. runda, spæl 31-35
8. runda, spæl 36-40
Barometersteðgur
11.20 : 9. runda, spæl 41-45
10. runda, spæl 46-50
12.35 - 13.15 : Døgurðasteðgur
13.15 : 11. runda, spæl 51-55
12. runda, spæl 56-60
Barometersteðgur
14.37 : 13. runda, spæl 61-65
14. runda, spæl 66-70
15.50 - 16.05 : Kaffisteðgur
16.05 : 15. runda, spæl 71-75
16. runda, spæl 76-80
Barometersteðgur
17.25 : 17. runda, spæl 81-85
18. runda, spæl 86-90
19. runda, spæl 91-95
19.30 : Úrslitið er greitt. Handan av vinningum og myndatøka.
Ymist at prenta út (pdf):
Bridgelógir og reglugerðir: