Aftur til tíðindasavn

Reinføri og frástøða

17 okt 2020

Fyri at minka um vandan fyri smittu av COVID-19, hevur FBS samtykt hesar reglur fyri komandi kappingar í Bridgehúsinum:

·       Allar reglur, ið myndugleikarnir mæla til viðvíkjandi reinføri og frástøðu, skulu haldast. Hondspritt er sett upp við inngongina og ymsastaðni í Bridgehúsinum. Eisini verður spritt á hvørjum bridgeborði.

·       Eitt sett av kortmappum verður blandað til hvørt borð, soleiðis at bara tann eini spælarin nertir við kortini.

·       Spælarar eru vælkomnir at nýta munnbind fyri at verja seg sjálvan, men tað er ikki nakað krav at nýta tað.

·       Luftað verður væl út í hølunum, áðrenn byrjað verður at spæla og av og á gjøgnum dagin.

·       Í mesta lagi 10 borð (40 fólk) kunnu taka lut í FM kappingini fyri pør komandi vikuskifti. 20 tey fyrstu pørini at tekna seg spæla við í kappingini. Onnur pør koma á bíðilista.

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30